ES og Føroyar samráðast framvegis um fiskirættindi

ES og Føroyar samráðast framvegis um fiskirættindi
ES og Føroyar samráðast aftur í dag um fiskirættindasáttmála fyri 2021
 
08.04.2021 - 12:32

Ætlanin var, at samráðingarnar skuldu enda í gjár, men partarnir komu ikki á mál.

Jacob Vestergaard, landsstýrismaður sigur, at samráðingarnar ganga sum tær skulu, men fleiri lond eru í ES, sum skulu kunnast, og tann parturin tekur tíð.

Samráðingarnar byrjaðu aftur fyrrapartin, og miðað verður eftir, at ein avtala skal fáast í lag hesa vikuna.

Tað hastar at fáa eina semju, tí avtalan gevur millum annað atgongd til rækjufiskiskap í Eysturgrønlandi, og hann er í hæddini  nú. 

Landsstýrismaðurin væntar, at avtalan verður lík henni, sum hevur verið galdandi tey seinnu árini, tí partarnir hava sum heild verið nøgdir við hana. 

Tó verður hon kanska eitt sindur minni í vavi, nú Bretland ikki longur er partur av ES.
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 30. september
Mono - Gissur Patursson - 300926
214057
Mikudag 30. september
Eitt korter við klassiskum tónleiki
214040
Mikudag 30. september
Orðaval #38: Málsøga
214020
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 7. oktober
Gylta gullið (5:5)
25040
Mikudag 30. september
Gylta gullið (4:5)
25026
Mikudag 30. september
Myndlist í Føroyum (1:11) - teknmálstulkað
214037