Nú kunnu í mesta lagi 500 fólk savnast

bannari
Nú kunnu í mesta lagi 500 fólk savnast
Koronutilmælini í Føroyum verða nú broytt
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  
 
09.04.2021 - 11:48

Nú kunnu í mesta lagi 500 fólk savnast í skipaðum bólkum. Uttan mun til, um tað er úti ella inni. Tað er nýggjasta tilmælið frá landsstýrinum, sum júst er kunngjørt.

– Við góðu smittugongdini í huga halda vit, at tað er ráðiligt at taka enn eitt fet ímóti einum vanligum gerandisdegi, sigur Bárður á Steig Nielsen. løgmaður.

Heimauppihaldið stytt

Landsstýrið hevur eisini gjørt av at stytta heimauppihaldið fyri tey, ið ikki eru liðugt koppsett, úr seks døgum niður í fýra. Heimauppihaldið er tíðarskeiðið eftir, at fólk eru komin til Føroya úr útlondum.

Tað verður mælt til, at fólk ikki fara til arbeiðis, í skúla og ikki koma saman við øðrum fólki fyrr enn negativa kanning fjórða dagin tá fólk eru í heimauppihaldi.

Fremsta orsøkin til, at tað verður mett skynsamt at stytta heimauppihaldið, er, at tilgerðartíðin hjá bretska koronuslagnum er styttri enn hjá vanliga koronufrábrigdinum, sigur Løgmansskrivstovan.

Óvist við teimum stóru festivalunum

Landsstýrið viðger framvegis, nær tað er ráðiligt at skipa fyri teimum stóru festivalunum. Heilsufakligi myndugleikin hevur fleiri fyrivarni, ið mugu umrøðast nærri

Tí ber ikki til at siga við vissu, hvussu verður við størru festivalunum. Miðað verður eftir at koma við einari fráboðan um størru festivalarnar um nakrar vikur, stendur í tíðindaskrivinum.

– Tað eru fleiri spurningar, sum í løtuni eru torførir at svara. Okkara samfelag er lítið og viðbrekið, tí er umráðandi, at fyrilit framvegis verða tikin at fyribyrgja smittubreiðslu, vísir Bárður á Steig Nielsen, løgmaður, á.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 21. september
Oyn dyst í senn
213583
Mánadag 21. september
Eitt annað lív
213582
Mánadag 21. september
Poppverturin 17
208471
Mánadag 21. september
Norðurljóð 21.september 2026
213480
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 21. september
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
213602
Mánadag 21. september
Veðrið
213585
Sunnudag 20. september
Andakt
213532
Sunnudag 20. september
Guðstænasta úr gjónni við Gjógv
213527
Fríggjadag 18. september
Veðrið
213493