Jákup Sverri skal hava nýggjan skipara

Jákup Sverri skal hava nýggjan skipara
Skiparin, sum bleiv settur í fjør summar, fer í annað starv
Nú verður søkt eftir nýggjum skipara til Jákup Sverra. Umsóknarfreistin er 28. apríl
 
15.04.2021 - 09:20

Havrannsóknarskipið, Jákup Sverri, skal hava nýggjan skipara.

Skiparin, sum bleiv settur í fjør summar, fer í annað starv.

Skiparin hevur høvuðsábyrgdina av skipinum. Viðkomandi skal hava skipsføraraútbúgving, og stórur dentur verður lagdur á, at umsøkjarin hevur fiskiroyndir við trolara og royndir undir Føroyum, stendur í lýsingini frá Havstovuni.

Starvið verður sett eftir sáttmála millum Skipara- og navigatørfelagið og Fíggjarmálaráðið.

Umsóknarfreistin er 28. apríl.
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 29. september
Tí tú ert kvinna 3:3
213953
Mánadag 28. september
Tá jødarnir krógvaðu seg á kirkjuloftinum
213909
Mánadag 28. september
Norðurljóð 28.september 2026
213698
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 29. september
Veðrið
213971
Týsdag 29. september
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
213938
Mánadag 28. september
Veðrið
213906
Sunnudag 27. september
Andakt
213849
Fríggjadag 25. september
Veðrið
213809