Viðgera eykajáttanir í dag

Viðgera eykajáttanir í dag
Størstu eykajáttanirnar eru til H-bygningin, hjálparpakkar og Ternuna
 
20.04.2021 - 08:38

Løgtingið fer seinnapartin í dag at viðgera eykajáttanarlógina, sum er komin úr landsstýrinum.

Í fyrsta umfari hevur uppskotið um eykajáttan 134 mió. kr. í halli.

Men tá so serinntøkur, sum eru 162 mió. kr., koma uppí, er avlopið 29 mió. kr.

Serinntøkurnar eru frá Fíggingargrunninum, sum verður strikaður, haðani koma 162 mió. kr. í landskassan.

Og frá Búnaðargrunninum koma 826.000 kr., sum ikki eru brúktar.

H-bygningur og Ternan

Størstu eykajáttanirnar eru til H-bygningin hjá Landssjúkrahúsinum, sum skal brúka 71,8 mió. kr., nú hann skal bindast upp í B-bygningin, til hjálparpakkar, sum eru mettir at kosta 35,5 mió. kr., og Ternan kostar 10,5 mió. kr. í eykajáttan.

Biðið verður um, at játtanin til Strandfaraskip landsins hækkar 18,4 mió. kr.

Almannamál hevur tríggjar eykajáttaninir í uppskotinum.

Biðið verður um, at løgujáttanin til bústovnar lækkar 6,3 mió. kr., trivnaðartænastur skulu hava góðar 7,2 mió. kr. afturat og biðið verður um 6,3 mió. kr. til nýggja íløgu í Sjóndepilin.

Í uppskotinum um eykajáttan sæst eisini, at landið eigur 2,8 prosent í partafelagnum Tjaldri. Biðið verður um loyvi at selja tann partin fyri sjey milliónir krónur.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 24. mars
Morgunlesturin týsdagur 24.mars 2026
205921
Mánadag 23. mars
Fótbóltsprát
206044
Mánadag 23. mars
Góðan morgun Føroyar
206034
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 24. mars
Tinggáttin - teknmálstulkað
206085
Mánadag 23. mars
Tinggáttin
206081
Mánadag 23. mars
Veðrið
206070