81 prosent í elsta aldursbólki fingið fyrra prikið

bannari
81 prosent í elsta aldursbólki fingið fyrra prikið
Landsstýrismaðurin í heilsumálum sigur, at bíleggingarskipanin er trygg, og hon verður ikki grundleggjandi broytt
Kaj Leo Holm Johannesen, landsstýrismaður í heilsumálum, hevur svarað Beintu Løwe, tingkvinnu, um koppsetingina fyri koronu
 
21.04.2021 - 08:55

Yvir 80 prosent av fólkinum í Føroyum, sum eru 85 ár ella eldri, hava fingið fyrru koppsetingina fyri koronu.

Sambært svari hjá Kaj Leo Holm Johannesen, landsstýrismanni, hava 81 prosent av teimum 1.227 fólkunum, sum eru í aldursbólkinum, fingið fyrru koppsetingina.

Landsstýrismaðurin svarað spurningi

Kaj Leo Holm Johannesen hevur svarað spurningi frá Beintu Løwe, løgtingskvinnu, sum spurdi um bíleggingarskipanina í sambandi við koppsetingina. Í aldursbólkinum 80 til 84 eru 1.147 fólk. 78 prosent teirra hava fingið fyrru koppsetingina.

79 prosent í aldursbólkinum 75 til 79 ár hava fingið fyrra prikið, og 68 prosent í bólkinum 70 til 74 ár. Longu nú eru 18 prosent í aldursbólkinum 65 til 69 ár koppsett fyrru ferð. 

Sambært landsstýrismanninum er bíleggingarskipanin trygg, og hon verður ikki grundleggjandi broytt.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 14. juli
HM-poddurin #7: Stjørnurnar glitra
210935
Týsdag 14. juli
Millum tøkini - Vestanstevnan 2026
210920
Týsdag 14. juli
HM-tíðindini 14. juli 2026
210911
Týsdag 14. juli
Ung lesa 3.partur - Kjarr
210829
Mánadag 13. juli
Oyggjar undir trýsti - 2. partur
210484
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 14. juli
Veðrið
210936
Leygardag 11. juli
Vestanstevnuróðurin 2026
210817
Leygardag 11. juli
Vestanstevna 2026: 6 MANNAFAR KVINNUR
210815