Sjálvstýrisfelag vil hava flokkin aftur á beint

Sjálvstýrisfelag vil hava flokkin aftur á beint
Nevndin í Suðurstreymoyar Sjálvstýrisfelag hevði fund um støðuna í gjárkvøldið
Bjørn á Heygum er formaður í Suðurstreymoyar Sjálvstýrisfelag
 
22.04.2021 - 12:48

Nevndin í Suðurstreymoyar Sjálvstýrisfelag hevur sett sær fyri at royna at samansjóða Sjálvstýri, so flokkurin aftur fer at virka, sum hann eigur.

Tað sigur formaðurin í Suðurstreymoyar Sjálvstýrisfelag, Bjørn á Heygum, eftir fund í nevndini í gjárkvøldið.

Hann sigur, at nevndin í høvuðstaðnum bæði væntar og vónar, at tað fer at bera til.

Bjørn á Heygum, sigur, at nevndin umrøddi fleiri mál, men at hann ikki alment kann siga nakað um málini í løtuni.

Bjørn á Heygum vil ikki gera samrøðu um støðuna í Sjálvstýri.

Andsøgn við vanliga framferð

Tá hann verður spurdur, hvat Suðurstreymoyar Sjálvstýrisfelag heldur um, at Jógvan Skorheim hevur tikið sæti á tingi sum varamaður fyri Sjálvstýri, hóast hann er farin úr flokkinum, svarar Bjørn á Heygum, at tað er í andsøgn við alla vanliga framferð, at eitt fólk, sum er valt fyri ein flokk, og sum síðani hevur tikið seg úr flokkinum, tekur sæti á tingi.

- Tað vildi verið vanlig hugsan, at næsta umboðið á listanum hjá Sjálvstýri tók sæti í tinginum at virka fyri teimum málum, sum flokkurin stendur fyri, sigur Bjørn á Heygum.

Hann sigur seg ikki kunna siga, hvat nú hendir í Sjálvstýri, men nevndin í Suðurstreymoyar Sjálvstýrisfelag er samd um at royna at fáa flokkin aftur á beint, sum hann málber seg.
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 17. august
RagnarRokk Adrian Tobar um Forever Feard
209150
Mánadag 10. august
RagnarRokk: Patrick Prochiner um Desolation
209148
Sunnudag 9. august
Tónleikur í 13 øldir (6:10)
210350
Sunnudag 9. august
Guðstænasta í Sjóvar kirkju
211691
Leygardag 8. august
Hetta heilaga evangeliið skrivar
211685
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 7. august
Veðrið
211659
Mikudag 5. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
211581
Týsdag 4. august
Veðrið
211558