Ukraina: Russisku hermenninir tikið seg aftur

Ukraina: Russisku hermenninir tikið seg aftur
Hermenninir hava prógvað, at teir kunnu verja landið, sigur russiski verjumálaráðharrin
Stúrt hevur verið fyri, at russisku hermenninir fóru at gera innrás í Ukraina, men nú hava teir tikið seg aftur
 
23.04.2021 - 09:53

Russisku hermenninir, sum seinastu tíðina hava vant við ukrainska markið, hava tikið seg aftur til sínar vanligu støðir, upplýsir russiski verjumálaráðharrin, Sergej Shoigun, sambært BBC.

Hermenninir hava í fleiri vikur verið tætt upp at ukrainska markinum, og fleiri lond søgdu seg bera ótta fyri, at hermenninir fóru at gera innrás í Ukraina. Og fleiri NATO-lond ávaraðu Russland ímóti at nýta hermenninar til eina innrás.

- Teir umleið 100.000 hermenninir eru lidnir við venjingarnar, og teir hava prógvað, at teir kunnu verja landið, sigur russiski verjumálaráðharrin.

Russiski verjumálaráðharrin er staddur á Krim-hálvoynni, sum hoyrdi til Ukraina, men sum Russland legði undir seg fyri nøkrum árum síðani.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 5. november
RagnarRokk 5.november 2026
215048
Hósdag 5. november
Nýtt ljóð
215977
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 5. november
Veðrið
215981
Hósdag 5. november
Talvið um Tinganes (1:2)
215911
Mikudag 4. november
Hondbóltur: Føroyar - Kosovo
215928
Mikudag 4. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
215890
Mikudag 4. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
215891