Aðalorðaskifti um uttanríkismál í tinginum í dag

Aðalorðaskifti um uttanríkismál í tinginum í dag
Jenis av Rana, landsstýrismaður, legði í síðstu viku fram frágreiðing um úrvald politisk mál
Jenis av Rana, landsstýrismaður, sigur, at føroyskur atlimaskapur í WHO fer at gera føroysku støðuna sjíónligari í millumtjóða heilsusamstarvi
 
26.04.2021 - 09:02

Í dag hevur løgtingið aðalorðaskifti um uttanríkismál. Jenis av Rana, landsstýrismaður, legði í síðstu viku fram frágreiðing um úrvald politisk mál.

Hann sigur, at alt, sum hendir í føroyskum øki og í grannalagi okkara í Norðuratlantshavi og Arktis, eigur landsstýrið ikki bara at verða kunnað um, men eisini vera partur í. 

Hann segði eisini, at Føroyar hava biðið um atlimaskap í heimsheilsustovninum, WHO. Umsóknin verður viðgjørd á aðalfundinum í WHO í ár.

Seks mál til triðju viðgerð

Føroyskur atlimaskapur í WHO fer at gera tað lættari at fáa beinleiðis kunning um áleikandi mál og farsóttir, og at gera føroysku støðuna sjónligari í millumtjóða heilsusamtarvi.

Tíggju onnur mál eru á skránni hjá løgtinginum í dag, seks triðju viðgerðir og trý mál skulu hava aðru viðgerð. Tingið skal eisini viðgera ein skrivligan fyrispurning og svarið.

Ingolf S. Olsen, løgtingsmaður, spurdi Jacob Vestergaard, landsstýrismann, um royndir við skiljiristum og semi-pelagiskum trolum.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 20. oktober
Vitan
215009
Mánadag 19. oktober
Norðurljóð 19.oktober 2026
214430
Mánadag 19. oktober
RagnarRokk: Brian Tichy um Led By Vultures
214018
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 21. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
215120
Týsdag 20. oktober
Veðrið
215101
Týsdag 20. oktober
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
215053
Mánadag 19. oktober
Veðrið
215028
Mánadag 19. oktober
Leivur vil liva - teknmálstulkað
215025