Hava andevni móti COVID-19 í eitt ár

bannari
Hava andevni móti COVID-19 í eitt ár
Hetta eru sera týðandi og góð úrslit, sigur Maria Skaalum Petersen, lektari og senior-granskari
Maria Skaalum Petersen, lektari og senior-granskari
 
26.04.2021 - 08:47

Føroyingar, sum hava havt koronu, hava andevni móti COVID-19, sum halda sær upp í 12 mánaðir. Gransking vísir, at meira enn 95 prosent av teimum kannaðu hava andevni móti koronu eftir smittu.

– Serliga áhugavert er, at andevni framvegis kunnu mátast hjá teimum upp í 12 mánaðir eftir sjúkuna, sigur Maria Skaalum Petersen, lektari og senior-granskari.

Tær kanningar, sum higartil eru almannakunngjørdar, siga, at andevni halda minst í átta mánaðir.

Týðandi úrslit

– Men hetta er fyrstu ferð, at vit kunnu prógva, at koronusjúklingar framvegis hava andevni móti koronu eitt ár eftir, at tey hava verið sjúk, sigur Maria Skaalum Petersen, sum heldur, at talan er um sera týðandi og góð úrslit.

Peter Garred, professari á universitetinum í Keypmannahavn og yvirlækni á Ríkissjúkrahúsinum, hevur verið við í føroysku granskingini. Hann er samdur við Mariu Skaalum Petersen um týdningin, granskingúrslitini hava.

– Tey benda á, at størsti partur teirra, sum hava havt Covid-19, eru heilt ella lutvíst mótstøðufør fyri nýggjari smittu í upp í eitt ár eftir smittu, í øllum førum við sama virusvarianti, sigur hann.

Blóðroyndir hjá 405 føroyingum, sum høvdu koronu frá mars til desember í fjør, eru brúktar í granskingini.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 13. oktober
Breddin: Dýrir bensin- og oljudropar
214693
Týsdag 13. oktober
Hvussu kemur málið undan?
214689
Mánadag 12. oktober
Norðurljóð 12.oktober 2026
214429
Mánadag 12. oktober
RagnarRokk. Maria Lessing um Resurgence
214015
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 13. oktober
Veðrið
214715
Mánadag 12. oktober
Veðrið
214655
Sunnudag 11. oktober
Møti úr Oasuni í Hoyvík
214615
Sunnudag 11. oktober
Andakt
214609
Leygardag 10. oktober
Sement 2026
214595