Áhugi fyri tunfiskaveiðu

Áhugi fyri tunfiskaveiðu
Í fyrsta umfari er ikki ætlanin at áseta kvotu í sambandi við møguligan royndarfiskiskap eftir tunfiski í føroyskum sjógvi, sigur landsstýrismaðurin
Jacob Vestergaard, landsstýrismaður, hevur svarað Una Rasmussen, løgtingsmanni, um tunfisk og royndarfiskiskap
 
28.04.2021 - 09:47

Fiskimálaráðið hevur umsóknir um at sleppa at royna eftir tunfiski.

Jacob Vestergaard, landsstýrismaður, hevur svarað Una Rasmussen, løgtingsmanni, um tunfisk og royndarfiskiskap.

Í fyrsta umfari er ikki ætlanin at áseta kvotu í sambandi við møguligan royndarfiskiskap eftir tunfiski í føroyskum sjógvi, sigur Jacob Vestergaard.

160 til 240 tons um árið

Um aldarskiftið fiskaðu skip úr Føroyum og Japan tunfisk í føroyskum sjógvi. Tey fingu millum 160 og 240 tons um árið.

Fiskiskapur eftir tunfiski í altjóða sjógvi verður skipaður sambært samtyktum gjørdar í ICCAT, sum er altjóða tunfiskafelagsskapurin.

ICCAT hevur reglur um at selja tunfisk. 

Føroyar eru ikki við í ICCAT, tí kann gerast trupult at selja tunfisk, sum føroysk skip hava fiskað, antin í føroyskum sjógvi ella í altjóða sjógvi.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 21. oktober
Skratsj 21. oktobur 2026
215146
Mikudag 21. oktober
Skipsboð
215127
Týsdag 20. oktober
Vitan
215009
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 22. oktober
Tá týskurin bumbaði Klaksvík
215155
Mikudag 21. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
215120
Týsdag 20. oktober
Veðrið
215101
Týsdag 20. oktober
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
215053
Mánadag 19. oktober
Veðrið
215028