Lántøkan til viðgerðar í dag

Lántøkan til viðgerðar í dag
Klaksvíkar kommuna noyðist at læna tilsamans 70 mió. kr., skulu allar íløgur, sum eru farnar i gongd, gerast
Klaksvíkar kommuna ætlar at læna 50 mió. kr. og 20 mió kr. seinni
 
29.04.2021 - 09:14

Klaksvíkar býráð fer í dag at avgera, um kommunan skal læna 70 mió. kr., 50 milliónir nú og 20 milliónir seinni, tá brúk er fyri teimum.

Neyðugt er at læna pengar, skulu allar íløgur, sum eru farnar í gongd, gerast.

Fíggjarætlanin fyri 2021 er 105 mió. kr. 

Men hon verður nú dagførd, so íløgur fyri 78 milliónir koma afturat. Tá fara íløgurnar upp í 156 mió. kr. 

Um dagførda fíggjarætlanin hevur 78 mió. kr. í halli, og pengarnir verða brúktir, verður nettoskuldin hjá Klaksvíkar kommunu 12 mió. kr. omanfyri eina álíkning. 

Tá kann landsstýrið krevja at sleppa at góðkenna eykajáttanir og lántøkur hjá kommununi.


 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 9. oktober
Vikuskitið 9 okt 2026
214575
Fríggjadag 9. oktober
LEITISSTEIN 09.10.2026 (Janus Rasmussen)
214567
Fríggjadag 9. oktober
Beinleiðis úr Studio 5 - Eivør
214535
Fríggjadag 9. oktober
RagnarRokk: Andreas Clark um One Of Us
214014
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 9. oktober
Veðrið
214576
Fríggjadag 9. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
214531
Hósdag 8. oktober
Veðrið
214507
Mikudag 7. oktober
Gylta gullið (5:5)
25040