Ætla at umvæla lendingina í summar

Ætla at umvæla lendingina í summar
Landsverk hevur kannað fyribils havnarlagið í Skúgvoy, og heldur fram við verkætlanini
Lendingin í Skúgvoy er illa farin og krevur ábøtur
 
04.05.2021 - 09:37

Ætlanin er at umvæla lendingina í Skúgvoy í summar, um til ber at finna pengar til umvælingina.

Tað sigur Jørgen Niclasen, landsstýrismaður, sum hevur svarað spurningi frá Brandi Sandoy, løgtingsmanni.

Lendingin í Skúgvoy er illa farin og krevur ábøtur.
   
Jørgen Niclasen sigur, at Landsverk hevur kannað fyribils havnarlagið í Skúgvoy, og heldur fram við verkætlanini.

Brandur Sandoy sigur, at fyri nøkrum árum síðani byrjaði at brotna burtur av betonginum í lendingini í Skúgvoy.

Nú er hetta brotið vorðið so stórt, at stórur vandi er fyri, at fólkaskaði stendst av, tá nakað er at í sjónum, og fólk er á lendingini, tá Sildberin kemur. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 29. september
Tí tú ert kvinna 3:3
213953
Mánadag 28. september
Tá jødarnir krógvaðu seg á kirkjuloftinum
213909
Mánadag 28. september
Norðurljóð 28.september 2026
213698
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 29. september
Veðrið
213971
Týsdag 29. september
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
213938
Mánadag 28. september
Veðrið
213906
Sunnudag 27. september
Andakt
213849
Fríggjadag 25. september
Veðrið
213809