Skiparin á Mykinesi fær 5.000 kr. í bót

Skiparin á Mykinesi fær 5.000 kr. í bót
Revsingin til mannin, sum førdi glastrevjabátin Mars, fellur burtur
Framskipið Mykines og glastrevjabáturin Mars stoyttu saman í Skopunarfirði 31. august 2017. Nú er dómur fallin í málinum
 
04.05.2021 - 14:56

Dómur er fallin í málinum um farmaskipið Mykines og glastrevjabátin Mars, sum stoyttu saman í Skopunarfirði 31. august 2017.

Glastrevjabáturin Mars, við tveimum monnum, sakk, og annar maðurin kom ikki afturíaftur. Tann, sum førdi bátin, varð bjargaður.

Rætturin hevur dømt skiparan á Mykinesi at rinda 5.000 krónur í bót. Ákæruvaldið kravdi, at skiparin skuldi fáa 10.000 krónur í bót.

Bótin niður í helvt

Føroya rættur sigur, at so long tíð er fráliðin, at ikki er neyðugt við vanligu revsingini, og tí er bótin farin niður í helvt. 

Føroya Rættur sigur, at revsingin til mannin, sum førdi Mars, fellur burtur. Rætturin leggur dent á, at long tíð er fráliðin, upplýsingar um mannin og týdningin av málinum, minni ósketni í tilburðinum, og at ákæruvaldið bara kravdi 1.000 krónur í bót, gera, at revsingin fellur burtur.

Skiparin á Mykinesi og ríkiskassin rinda hvør sína helvt av sakarmálskostnaðinum í tí partinum av málinum, sum viðvíkir Mykinesi.

Ríkiskassin rindar allan sakarmálskostnaðin í málinum um mannin, sum førdi Mars.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 12. oktober
Norðurljóð 12.oktober 2026
214429
Mánadag 12. oktober
RagnarRokk. Maria Lessing um Resurgence
214015
Sunnudag 11. oktober
Bolero
214602
Sunnudag 11. oktober
Guðstænasta í Sandavágs kirkju
214601
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 12. oktober
Veðrið
214655
Sunnudag 11. oktober
Møti úr Oasuni í Hoyvík
214615
Sunnudag 11. oktober
Andakt
214609
Leygardag 10. oktober
Sement 2026
214595
Fríggjadag 9. oktober
Veðrið
214576