Eftirlitsradarin kemur ikki fyri tingið

Eftirlitsradarin kemur ikki fyri tingið
Eingin avgerð verður tikin, fyrr enn ið hvussu er ein ráðførsla hevur verið við uttanlandsnevndina aftrat, sigur Jenis av Rana
Eingin avgerð er tikin um radaran, sigur Jenis av Rana, landsstýrismaður í uttanríkismálum
 
06.05.2021 - 10:44

Málið um ætlaða eftirlitsradaran verður ikki lagt fyri tingið.

Tað skilst av svarinum, sum Jenis av Rana, landsstýrismaður í uttanríkismálum, hevur givið Bjarna K. Petersen, løgtingsmanni í Framsókn.

Eingin avgerð er tikin um radaran enn.

Jenis av Rana, landsstýrismaður í uttanríkismálum

Bjarni K. Petersen spurdi Jenis av Rana, um landsstýrismaðurin kann vátta, at endaliga avgerðin um at seta lofteftirlitsradara upp á Sornfelli verður tikin í løgtinginum við løgtingssamtykt ella aðrari løgtingsfyriskipan.

Jenis av Rana sigur, at hann kann vátta, at eingin avgerð er tikin um at seta eftirlitsradara upp í Føroyum.

Fleiri ráðførslur

Higartil hevur ikki verið mett, at málið eigur at verða viðgjørt eftir grein 52 í stýrisskipanarlógini, har ásett er, at landsstýrið ikki kann gera avtalur, sum krevja løgtingsins luttøku fyri at verða útintar, sigur Jenis av Rana.

Hinvegin kemur avgerðin undir grein 54 í stýrisskipanarlógini, tí avgerðin tekur støði í samráðingum um eitt mál, ið hevur týdning fyri viðurskiftini millum Føroyar og Danmark, og eitt mál, ið hevur uttanríkispolitiskan týdning fyri Føroyar, sigur landsstýrismaðurin í uttanríkismálum.

Tvær ráðførslur og eitt samráð hava verið við uttanlandsnevndina hjá løgtinginum um málið, og endalig avgerð um radaran verður tikin í fyrsta lagi eftir, at ein ráðførsla aftrat hevur verið við uttanlandsnevndina, sigur Jenis av Rana í svarinum til Bjarna K. Petersen.

Bjarni K. Petersen í Framsókn hevur spurt Jenis av Rana, landsstýrismann, um ætlaða radaran á Sornfelli.

 

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 18. mai
Morgunlestur mánadagur 18.mai 2026
208377
Sunnudag 17. mai
Føroyskir sangir
208480
Sunnudag 17. mai
Bolero
208479
Sunnudag 17. mai
Guðstænasta í Argja kirkju
208477
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 17. mai
Andakt
208482
Sunnudag 17. mai
Guðstænasta við Harmonikuvinum
208481
Leygardag 16. mai
Hondbóltur: Føroyar - Bosnia
208449
Fríggjadag 15. mai
Veðrið
208424
Fríggjadag 15. mai
Snipp snapp 2026 - teknmálstulkað
208400