ES og Noreg umhugsa kinesiskt koppingarevni

bannari
ES og Noreg umhugsa kinesiskt koppingarevni
Evropeiski heilivágstovnurin, EMA, sigur í tíðindaskrivi, at ES og Noreg umhugsa at góðkenna kinesiska koppingarevnið, Sinovac
Ein sjúkrasystir koppsetur við koppingarevninum hjá heilivágsframleiðaranum, Sinovac, í Phnom Penh í Kambodja mikudagin 7. apríl
Mynd: Savnsmynd (AP)  
 
06.05.2021 - 05:54

Sambært EMA hava dátur givið ábending um, at koppingarevnið mennir mótstøðuføri í kroppinum fyri koronu.

Hetta er fyrsta koppingarevnið, sum brúkar koppingarmeginregluna, at tú gert COVID-19-virusið óvirkið, at tað doyr. Kinesisk feløg hava í stóran mun satsa upp á ta meginregluna, sigur Sigurd Hortemo, í norska heilsuvágstovninum, við VG.

Hann sigur, at royndir eru gjørdar við koppingarevninum í Turkalandi, Indonesia og Brasil. Í Indonesia og Turkalandi vístu royndirnar 65 - 90 prosent verju, meðan kanningarnar í Brasil vístu lægri verju, niður móti 50 prosentum.

Nú fer European Medicines Agency, EMA, at meta um dáturnar og gera samlaða meting av, hvussu væl stovnurin heldur, at koppsetingin virkar.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 21. august
Vikuskiftið 21 august 2026
212117
Fríggjadag 21. august
Vit nerta við tarmsjúku
212105
Fríggjadag 21. august
Breddin: Fiskidagar ella kvotur?
212090
Hósdag 20. august
RagnarRokk 20.august 2026
210713
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 21. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
212086
Fríggjadag 21. august
Veðrið
212114
Hósdag 20. august
Veðrið
212065
Mikudag 19. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
212006
Týsdag 18. august
Veðrið
211985