Skotar á val: Áhugin fyri loysing minkaður

Skotar á val: Áhugin fyri loysing minkaður
Í 2020 vaks undirtøkan fyri loysing munandi í flestu meiningakanningum. Men nú vísa meiningakanningar, at áhugin er minkaður
Skotar skulu á val í dag um, hvør skal sita í parlamentinum í Holyrood í Edinburg næstu fimm árini. Mynd frá fólkaatkvøðuni í 2014
Mynd: Savnsmynd (KvF)  
 
06.05.2021 - 07:42

Í seinasta formansumfarinum undan valinum tók fyrstiráðharrin og forkvinnan í tjóðskaparflokkinum, SNP, Nicola Sturgeon, afturíaftur lyfti um at skipa fólkaatkvøðu um loysing um tvey ár, tað við siga seint í 2023.

Hon legði áherðslu á, at tað krevur, at SNP fær góða undirtøku og greiðan meiriluta á valinum. Men sum støðan er nú, at tað alt annað enn vist, at flokkurin fær so nógvar atkvøður.

25 flokkar stilla upp til valið hesaferð um teir 129 sessirnar í parlamentinum. Skotar hava tvær atkvøður á valinum.

Onnur verður givin beinleiðis til eitt valevni í valdøminum, har fólk búgva, og valevnið, sum fær flestar atkvøður, fær automatiskt ein sess í parlamentinum.

73 valdømi í Skotlandi

Hin atkvøðan er til teir 56 landspartasessirnar, sum kappast eisini verður um. Hvør vinnur tað valið verður avgjørt við, at skotar lata sína atkvøðu beinleiðis til ein flokk í økinum, har fólk búgva.

Skotland er býtt í átta landspartar. Flokkarnir kunnu síðani við hjálp frá atkvøðunum tryggja sær fleiri sessir í parlamentinum.

Sambært YouGov-meiningakanningini, sum varð gjørd 16. - 20. apríl, fær SNP stuðul frá 49 prosentum til lokala valevnið, og 39 prosent á valinum, har atkvøðan verður latin beinleiðis til ein flokk.

Áhugin fyri loysing minkaður

SNP er sostatt greitt á odda. Men tað er ikki vist, at flokkurin fær stóra sigurin, sum honum leingist eftir. Tí spurningurin er, um áhugin fyri loysing er minkaður í Skotlandi.

Í 2020 vaks undirtøkan fyri loysing munandi í flestu meiningakanningum. Men nú vísa meiningakanningar, at áhugin er minkaður.

Í YouGov-meiningakanningini tíðliga í august í fjør tóku 53 prosent av teimum spurdu undir við loysing, og 47 prosent vóru í móti.

Kann vera torført at nokta fólkaatkvøðu

Sambært YouGov-meiningaknningini frá 16. - 20. apríl í ár eru tølini nú býtt um, 47 prosent taka undir við loysing og 53 prosent eru í móti. Tey, sum ivast, eru ikki við í tølunum.

Formelt er tað stjórnin hjá Boris Johnson, sum ger av, um skotar kunnu skipa fyri fólkaatkvøðu um loysing.

Men fær SNP-flokkurin nóg góða undirtøku á valinum í dag, kann tað vera torført hjá Boris Johnson at sýta skotum fyri at skipa fólkaatkvøðu.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 26. mars
Eitt korter við jazzi
206252
Hósdag 26. mars
Morgunlesturin hósdagur 26.mars 2026
205923
Mikudag 25. mars
Valkøn 25. mars 2026
206228
Mikudag 25. mars
Fyrsta val 25. marts 2026
206200
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 26. mars
Løgtingsval 2026
206335
Hósdag 26. mars
Veðrið
206297
Mikudag 25. mars
Løgtingsval 2026: Forfólkaumfar
206224
Mikudag 25. mars
Fólkatingsval 2026 - teknmálstulkað
206194