Ger úrskurð um starvsfólk í Familjufyrisitingini

Ger úrskurð um starvsfólk í Familjufyrisitingini
Starvsfelagið sigur, at starvsfólkini, sum vóru í donskum fakfelag, hava verri sømdir, nú tey eru yvirtikin
Eitt trætumál millum Starvsfelagið, Fíggjarmálaráðið og Semingsstovnin um starvsfólk í Familjufyrisitingini er endað í Fasta gerðarrætti
 
12.05.2021 - 08:37

Mánadagin fer Fasti gerðarrættur at gera úrskurð í trætuni millum Starvsfelagið og Fíggjarmálaráðið og Semingsstovnin.  

Starvsfelagið krevur, at Fíggjarmálaráðið og Semingsstovnurin skulu viðurkenna, at Semingsstovnurin hevur heimild til at royna semju millum Starvsfelagið og Fíggjarmálaráðið um sáttmála fyri starvsfólk í yvirtiknu Familjufyrisitingini.

Tey eru flutt úr donskum fakfelagi í Starvsfelagið.

Verri sømdir

Starvsfelagið sigur, at tey hava verri sømdir nú, tey eru yvirtikin.

Málið byrjaði 23.mars, tá ið Starvsfelagið sendi Fasta gerðarætti kærurit. 

Úrskurðarfundurin verður í skúlastovuni hjá ALS á Tinghúsvegnum í Havn.

Úrskurðarfundurin er almennur.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 7. oktober
Gylta gullið (5:5)
25040
Fríggjadag 2. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
214162
Fríggjadag 2. oktober
Veðrið
214189
Hósdag 1. oktober
Veðrið
214115
Hósdag 1. oktober
Virðislønir M. A. Jacobsens 2026
214129