Sleppa undan at fara í heimauppihald

Sleppa undan at fara í heimauppihald
Danska ferðavegleiðingin verður linkað, og nú verður heldur ikki kravt, at ferðafólk skulu hava eitt viðurkent endamál við ferðini
Hóast krøvini verða linkað, verður tað framvegis eitt krav, at ferðafólk lata seg kanna fyri koronu í floghavnunum í Danmark
 
14.05.2021 - 09:25

Skjótt sleppa danir undan at fara í heimauppihald, tá teir koma aftur til Danmarkar.

Tað skriva danskir miðlar fyrrapartin.

Klokkan trý seinnapartin fer danska uttanríkisráðið at linka ferðavegleiðina.

Tá verður latið upp fyri, at fólk kunnu ferðast í fleiri evropeiskum londum, uttan at noyðast í heimauppihald.

Samstundis verður kravið strikað, um at fólk, sum ferðast til Danmarkar, skulu hava eitt viðurkent endamál við ferðini.

Men tað verður framvegis sett sum treyt, at fólk kanna seg fyri koronu í floghavnunum í Danmark.

Roknað verður eisini við, at danir kunnu ferðast frítt í øllum Evropa frá 26. juni at rokna.

Tey, sum eru koppsett, kunnu ferðast frítt longu nú.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 22. oktober
RagnarRokk 22.oktober 2026
214664
Hósdag 22. oktober
Nýtt ljóð
215223
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 22. oktober
Veðrið
215237
Hósdag 22. oktober
Tá týskurin bumbaði Klaksvík
215155
Mikudag 21. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
215120
Týsdag 20. oktober
Veðrið
215101
Týsdag 20. oktober
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
215053