Føroyingar skulu eiga og reka radaran

Føroyingar skulu eiga og reka radaran
Radaramálið skal viðgerast sum eitt eftirlitsmál undir føroyskum málsræði, sigur Jacob Vestergaard, landsstýrismaður
Jacob Vestergaard, landsstýrismaður, skrivar, at sjálvandi er ein hernaðarradari eitt bumbumál
 
21.05.2021 - 09:37

Føroyingar hava ikki brúk fyri nøkrum radara.

Tað sigur Jacob Vestergaard, landsstýrismaður í fiskivinnumálum, í almennari viðmerking á Facebook.

Men, skal ein radari setast upp í Føroyum, er tað einasta rætta, at føroyingar eiga og reka radaran, sigur landsstýrismaðurin.

- Radaramálið skal ikki viðgerast sum eitt hernaðarmál undir donskum málsræði, men sum eitt eftirlitsmál undir føroyskum málsræði, har rætti myndugleikin er okkara eftirlitsstovnur Vørn, sigur hann.

Gjalda fyri upplýsingar

Tey, sum vilja hava radaran settan upp, skulu gjalda fyri upplýsingarnar, og soleiðis rinda fyri íløguna og raksturin, heldur Jacob Vestergaard. Hann gongur tískil beint ímóti løgmanni, sum skrivaði, at vesturheimurin er okkara stavnshald, og at saman við okkara grannalondum hoyra Føroyar til NATO.

- Føroyar eiga at taka frástøðu frá retorikkinum hjá danska verjumálaráðharranum og ávísum føroyskum politikarum, um at vit hava brúk fyri verju frá Danmark/NATO móti Russlandi, sigur Jacob Vestergaard.

- Vit hava kjakast um, hvørt Føroyar hava verið eitt bumbumál ella ikki. Sjálvandi er ein hernaðarradari eitt bumbumál.

Jacob Vestergaard

Landsstýrismaðurin sigur seg ikki vænta eitt vápnað stríð millum NATO og Russland, tí tað tænir hvørgum og kann í ringasta føri vera oyðandi fyri allan heimin. Tí er spurningurin um Føroyar eru eitt bumbumál av hypotetiskum slag, sigur hann.

- Vit hava kjakast um, hvørt Føroyar hava verið eitt bumbumál ella ikki. Sjálvandi er ein hernaðarradari eitt bumbumál.

- Tað kenna vit frá flógvakrígnum, at tað fyrsta, sum galt har, var at blinda fíggindan við at bumba allar radarar, sigur Jacob Vestergaard.

Tey, sum vilja hava radaran settan upp, skulu gjalda fyri upplýsingarnar, og soleiðis rinda fyri íløguna og raksturin, heldur Jacob Vestergaard, landsstýrismaður.
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 14. september
Poppverturin 16
208470
Mánadag 14. september
Norðurljóð 14.september 2026
213174
Sunnudag 13. september
Guðstænasta í Dals kirkju
213163
Sunnudag 13. september
Bolero
213160
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 13. september
Andaktin við Christiani Gabrielsen
213166
Sunnudag 13. september
Guðstænasta úr Dals kirkju
213161
Fríggjadag 11. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
213145
Fríggjadag 11. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
213091
Fríggjadag 11. september
Veðrið
213136