Etiopia: Álvarsligur vandi fyri hungursneyð

Etiopia: Álvarsligur vandi fyri hungursneyð
Tað skal berast skjótt at, um sleppast skal undan hungursneyð í krígsherjaða landspartinum, Tigray, í Etiopia, upplýsir ST
 
26.05.2021 - 07:13

Álvarsligur vandi er fyri hungursneyð, um hjálpin ikki økist næstu tveir mánaðirnar, sigur neyðhjálparsamskiparin, Mark Lowcock, í einum boðum til trygdarráðið hjá ST.

Fyri meir enn seks mánaðum síðani, gjørdi etiopiski forsætisráðharrin, Abiy Ahmed, av at senda herin til landspartin, fyri at berja ófrið niður. Herurin skuldi bera skjótt at, men har eru framvegis bardagar, sigur ST.

Sum støðan er nú, er vandi fyri, at ein fimtapartur av fólkinum í landspartinum ikki fara at fáa nóg mikið at eta, sum støðan er, eru boðini frá neyðhjálparsamskiparanum hjá ST.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 31. august
Poppverturin 14
208468
Sunnudag 30. august
Tónleikur í 13 øldir (9:10)
210352
Sunnudag 30. august
Guðstænasta í Argja kirkju
212460
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 31. august
Veðrið
212514
Leygardag 29. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
212439
Fríggjadag 28. august
Veðrið
212423
Fríggjadag 28. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
212386
Hósdag 27. august
Veðrið
212358