Trý fólk deyð stutt eftir koppseting

Trý fólk deyð stutt eftir koppseting
Líkskurður varð gjørdur, og einki óvæntað var, tá fólkini doyðu, sigur landslæknin
Lars Fodgaard Møller, landslækni, sigur, at einki óvanligt var, tá tey trý koppsettu fólkini doyðu. Tey høvdu øll langtíðarsjúkur
 
27.05.2021 - 13:23

Higartil eru trý fólk í Føroyum deyð stutt eftir, at tey vórðu koppsett fyri koronu.

Tað váttar Lars Fodgaard Møller, landslækni. 

Landslæknin skal hava boð, tá ið onkur doyr innan fyri sjey dagar eftir koppseting. Í eina førinum er talan um eitt fólk, sum er deytt innan 14 dagar eftir koppseting.

Líkskurður verður gjørdur, og rættarlæknar eru eisini komnir úr Danmark at gera kanningar av líkunum.

Langtíðarsjúk

Lars Fodgaard Møller, landslækni, sigur, at hann hevur ikki fingið endaligu úrslitini enn. Hann sigur tó, at einki óvæntað var, tá ið hesi fólkini doyðu.

- Í øllum trimum førunum er talan um fólk, sum høvdu langtíðarsjúkur, sigur hann.

Landslæknin vil ikki upplýsa hvussu gomul hesi trý vóru, men at øll vóru eldri fólk.

Tað hava heldur ikki verið nógv álvarslig hjáárin hjá føroyingum, sum eru koppsettir við Pfizer-koppingarevninum, sum verður nýtt her á landi.   
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 18. oktober
Bolero 18 oktt 2026
214959
Sunnudag 18. oktober
Guðstænasta í Hoyvíkar kirkju
214957
Sunnudag 18. oktober
Filosofiskur (5)
214898
Leygardag 17. oktober
Jambalaja - 171026
214942
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 18. oktober
Andaktin við Jørgeni Frantz Andreasen
214952
Sunnudag 18. oktober
Møti úr Nerija á Skála
214961
Leygardag 17. oktober
Sement 2026 (3:3)
214954
Fríggjadag 16. oktober
Veðrið
214926
Hósdag 15. oktober
Leivur vil liva
214858