Freistin at søkja er í dag

Freistin at søkja er í dag
Marjun Hanusardóttir, sum hevur verið løgmansstjóri í 25 ár, gevst í summar
Løgmansstjórin hevur ábyrgdina av dagligu leiðsluni, menningini og rakstrinum á Løgmansskrivstovuni
 
31.05.2021 - 09:05

Í dag er seinasti dagur, sum til ber at søkja um starvið sum løgmansstjóri.

Marjun Hanusardóttir, sum hevur verið løgmansstjóri í 25 ár, gevst í summar.

Løgmansstjórin er fremsti ráðgevi hjá løgmanni.

Løgmansstjórin hevur ábyrgdina av dagligu leiðsluni, menningini og rakstrinum á Løgmansskrivstovuni.

Førleikakrøvini eru viðkomandi akademisk útbúgving, útbúgving ella eftirútbúgving í leiðslu og/ella leiðsluroyndir á høgum stigi.

Starvið er væl lønt, 68.200 krónur um mánaðin umframt viðbót, sum er 5.800 krónur um mánaðin.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 27. oktober
Veðrið
215479
Mánadag 26. oktober
Veðrið
215405
Sunnudag 25. oktober
Bygdarlív 2 - Porkeri
215341
Sunnudag 25. oktober
Andakt við Hjalgrim Fonsdal Højgaard
215339