Vinnan lænir meira í Føroyum, húsarhald úr Danmark

Vinnan lænir meira í Føroyum, húsarhald úr Danmark
Verða øll lán, bæði í Føroyum og Danmark, tald við, hevur útlánsvøksturin fyrsta ársfjórðing í ár verið 6,3 prosent.
Meðan vinnan lænir meira í føroyskum peningastovnum, læna húsarhald meira úr donskum peninga- og realkredittstovnum
 
31.05.2021 - 11:12

Útlánsvøksturin í føroysku peningastovnunum fyrsta ársfjórðing í ár var 3,7 prosent, men verða lánini úr donskum peninga- og realkredittstovnum tald við, var vøksturin 6,3 prosent, vísa tøl hjá Landbankanum.

Tað eru fyrst og fremst tænastu- og framleiðsluvinnurnar, sum hava lænt meiri í føroysku peningastovnunum, ella sjey prosent meira enn somu tíð í fjør.

Húsarhaldini læna hinvegin nógv meira úr donskum og peninga- og realkredittstovnum til sethúsakeyp.

Tænastuvinnur meira, tilfeingisvinnur minni

Vøksturin í lánum úr peningastovnunum til tænastuvinnurnar hevur verið 11 prosent og átta prosent til framleiðsluvinnur. Ein partur av útlánunum til tænasturvinnurnar er til kommunur.

Hinvegin hava tilfeingisvinnurnar lænt fimm prosent minni fyrsta ársfjórðing í ár.

Tølini hjá Landsbankanum vísa, at útlánsvøkturin úr donskum peninga- og realkredittstovnum er vaksin 18 prosent fyrsta ársfjórðing.  Lánini fara fyrst og fremst til sethúsakeyp. Vinnulívið lænir eisini nakað úr donskum peningastovnum.

Lánini úr Danmark draga útlánsvøksturin uppeftir. Tá lánini bæði úr føroyskum og donskum peninga- og realkredittsstovnum verða løgd saman, hevur útlánsvøksturin fyrsta ársfjórðing í ár verið 6,3 prosent.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 21. oktober
Skratsj 21. oktobur 2026
215146
Mikudag 21. oktober
Skipsboð
215127
Týsdag 20. oktober
Vitan
215009
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 21. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
215120
Týsdag 20. oktober
Veðrið
215101
Týsdag 20. oktober
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
215053
Mánadag 19. oktober
Veðrið
215028
Mánadag 19. oktober
Leivur vil liva - teknmálstulkað
215025