USA setir kinesiskar fyritøkur á svartalista

USA setir kinesiskar fyritøkur á svartalista
Svartalistin hjá Biden fevnir um kinesiskan hernaðarídnað og kinesiskar fyritøkur, sum selja eftirlitstøkni
Joe Biden, forseti, hevur sett fleiri kinesiskar fyritøkur á svartalista, og forsetin vil eisini hava sameind lond í Evropa at gera tað sama
 
04.06.2021 - 09:40

Amerikanski forsetin, Joe Biden, hevur sett fleiri kinesiskar fyritøkur á svartalista. 

Frammanundan vóru 31 kinesiskar fyritøkur á listanum, sum fyrrverandi forsetin, Donald Trump, hevur gjørt, og á nýggja listanum standa nú 59 fyritøkur.

Svartalistin hjá Biden fevnir um kinesiskan hernaðarídnað og kinesiskar fyritøkur, sum selja eftirlitstøkni.

Biden vil forða amerikonskum íleggjarum at stuðla hernaðarídnaðinum í Kina, íroknað gransking og menning av fregnartænastuvirksemi og trygd, siga Hvítu Húsini.

Biden vil eisini tryggja, at amerikanskir íleggjarar ikki stuðla kinesiskum fyritøkum, sum selja eftirlitstøkni, sum verður brúkt móti frávíkjarum og átrúnaðarligum minnilutum í og uttan fyri Kina.

Fleiri av hesum fyritøkum, eitt nú Huawei og China Mobile, standa longu á svartalistanum hjá Donald Trump. 

Kemur í gildi 2. august

Bannið kemur í gildi 2. august.

Myndugleikarnir í Kina hava funnist hvassliga at svartalistanum, og siga, at hann er politiskur.

Átakið hjá Biden kemur nú, útflutningurin hjá Kina av njósnaratøkni - eitt nú tøkni, sum kennir aftur andlit - er í støðugum vøkstri, skrivar New York Times.

Á næsta G-7-toppfundi í Bretlandi og síðani NATO-fundinum, har Biden eisini verður við, fer hann royna at sannføra síni sameindu í Evropa og lond, sum t.d. Japan og Suðurkorea, um eisini at seta bann fyri íløgum í Kina, skrivar New York Times.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 26. mars
Eitt korter við jazzi
206252
Hósdag 26. mars
Morgunlesturin hósdagur 26.mars 2026
205923
Mikudag 25. mars
Valkøn 25. mars 2026
206228
Mikudag 25. mars
Fyrsta val 25. marts 2026
206200
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 25. mars
Løgtingsval 2026: Forfólkaumfar
206224
Mikudag 25. mars
Fólkatingsval 2026 - teknmálstulkað
206194
Týsdag 24. mars
Fólkatingsval 2026
206167
Týsdag 24. mars
Úr savninum: Í Dølum 1:3
134983