Vil ikki vita av donsku verjuætlanini í Arktis

Vil ikki vita av donsku verjuætlanini í Arktis
Grønlendski landsstýrismaðurin í uttanríkismálum sigur, at avtalan er gjørd, uttan at grønlendskir politikarar vórðu spurdir
Pele Broberg, landsstýrismaður í uttanríkismálum, sigur, at Grønland ætlar at taka hervaldið av, og hevur ongan áhuga í, at danski herurin er í Grønlandi
Mynd: Sermitsiaq  
 
08.06.2021 - 08:42

Treytin er, at Grønland tekur undir við avtaluni.

Tað sigur Trine Bramsen, verjumálaráðharri, við grønlendska kringvarpið KNR.

Ætlanin hjá donsku stjórnini at økja um eftirlitsorkuna og verjuna í Arktis hevur fingið eitt skot fyri bógvin, tí Pele Broberg, landstýrismaður í uttanríkismálum í Grønlandi, sigur, at hann vil ikki vita av donsku ætlanini.

Sambært ætlanini hevur danska stjórnin millum annað sett pening av til lofteftirlitsdronur í Grønlandi og nýggja verjuútbúgving í Grønlandi.

Grønlendskir politikarar ikki spurdir

Men Pele Broberg sigur, at avtalan um arktiska kapasitetspakkan er gjørd, uttan at grønlendskir politikarar vórðu spurdir.

Trine Bramsen leggur dent á í skrivligum svari til KNR, at treytin fyri, at avtalan um arktiska kapasitetspakkan verður framd í verki er undirtøka í Grønlandi og ikki bara í Grønlandi, men eisini í Føroyum. 

390 mió. kr. eru settar av til nýggjan lofteftirlitsradara á Sornfelli.

Hervaldið takast av

Pele Broberg sigur, at Grønland hevur eina greiða ætlan um at taka av hervald, og er tí hvørki áhugað í donskum dronum, verjuútbúgvingum ella, at danski herurin er í Grønlandi.

Pele Broberg vil heldur, at grønlendingar skulu útbúgvast til at manna eina sivila vaktar- og bjargingartænastu.

Hon skal hava íslendsku vaktar- og bjargingartænastuna sum fyrimynd.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 14. februar
Jambalaja - 140226
204234
Leygardag 14. februar
Upp á tá - 130226
204232
Leygardag 14. februar
Vikugesturin: Tann kensluborni trubadururin
204228
Leygardag 14. februar
Vikan 14. februar 2026
204225
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 14. februar
Dagur og vika - teknmálstulkað
204223
Fríggjadag 13. februar
Veðrið
204205
Fríggjadag 13. februar
Dagur og vika - teknmálstulkað
204178
Hósdag 12. februar
Hoydalar: Eyðun Nolsøe
204061
Hósdag 12. februar
Anna Lovisa: Hvitar flykrur
204114