Lata meiri upp - áskoðarar til ítróttatiltøk

bannari
Lata meiri upp - áskoðarar til ítróttatiltøk
Mælt verður tó frá, at náttarlívið hevur opið hetta vikuskiftið, tí fult tamarhald er ikki á verandi smittukeldum
Nú sleppa áskoðarar aftur til ítróttatiltøk, tó undir skipaðum viðurskiftum
 
10.06.2021 - 13:50

Landsstýrið hevur gjørt av at lata samfelagið varisliga uppaftur. Seinastu vikuna hevur ferðin verið nakað minni.

Yvirskipað verður farið til tey tilmæli, sum vóru galdandi fyri viku síðani.

Hetta merkir í stuttum:

  • Ítróttatiltøk kunnu aftur fyriskipast við áskoðararum, tó undir skipaðum viðurskiftum.
  • Størri almenn  og privat tiltøk kunnu haldast, um neyðuga frástøðan kann tryggjast. Fert tú út millum fólk, sum tú vanliga ikki ert saman við, verður staðiliga mælt til, at tú letur teg kanna frammanundan.

Heilsufakligu myndugleikarnir halda ikki, at tað er ráðiligt, at náttarlívið hevur opið hetta vikuskiftið, tí enn ikki er fult tamarhald á verandi smittukeldum.

- Vit halda, at tað er ráðiligt at lata varisliga uppaftur. Nú ræður um, at vit í felag taka seinastu tøkini, sigur Bárður á Steig Nielsen, løgmaður, í tíðindaskrivi.

Tað er ikki ráðiligt, at náttarlívið hevur opið hetta vikuskiftið, tí enn ikki er fult tamarhald á verandi smittukeldum, siga heilsufakligu myndugleikarnir.
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 11. august
Ung lesa 6.partur - Tóra
210833
Mánadag 10. august
Poppverturin 11
208465
Mánadag 10. august
Søgan um Johnny Cash 6. partur
211717
Mánadag 10. august
Fótbóltsprát
211715
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 11. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
211761
Týsdag 11. august
Veðrið
211744
Fríggjadag 7. august
Veðrið
211659