Semingsstovnurin tosað við pedagogar og KAF

Semingsstovnurin tosað við pedagogar og KAF
Enn er ógreitt, um samráðingarnar verða tiknar uppaftur
Jógvan Philbrow, formaður í Pedagogfelagnum, í samrøðu við Bárð á Steig Nielsen, løgmann, uttan fyri tinghúsið fyrrapartin
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  
 
16.06.2021 - 17:00

Semingsstovunurin hevur tosað við bæði Pedagogfelagið og Kommunala arbeiðsgevarafelagið. 

Tað vátta báðir partar. 

Mánadagin var Semingsstovunurin á vitjan hjá Pedagogfelagnum fyri at kanna møguleikan fyri samráðingum. 

- Men vit høvdu einki nýtt at siga, sigur Jógvan Philbrow, formaður í Pedagogfelagnum. 

Og í dag hevur semingssstovunurin tosað við kommunalu arbeiðsgevararnar, fyri at kanna, um grundarlag er fyri samráðingum, og um partarnir hava flutt seg.

Tað váttar Anita Fuglø, samráðingarleiðari hjá KAF. 

- Vit taka undir við samráðingum, um semingsstovunurin heldur, at grundarlag er fyri tí, sigur Anita Fuglø.

Hon vil ikki siga, um partarnir hava flutt seg, men - "vit hava altíð okkurt at tosa um," sigur hon. 

Enn hava tey ikki frætt, um nøkur semingsroynd er í ljósmála.

Anita Fuglø er samráðingarleiðari hjá Kommunala  arbeiðsgevarafelagnum. 

Mynd: Bjarni Árting Rubeksen

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 4. november
Dansival 04 nov 2026
215927
Mikudag 4. november
Skratsj 4. novembur 2026
215925
Mikudag 4. november
Mono - 90'ini undir lupp (1:4)
215920
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 5. november
Talvið um Tinganes (1:2)
215911
Mikudag 4. november
Hondbóltur: Føroyar - Kosovo
215928
Mikudag 4. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
215890
Mikudag 4. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
215891
Týsdag 3. november
Veðrið
215860