Eingin ætlan at broyta heimauppihaldið

Eingin ætlan at broyta heimauppihaldið
Landsstýrið fylgir gongdini, og vísir tað seg verða neyðugt at endurskoða galdandi skipanir, verður tað gjørt, sigur løgmaður
Bárður á Steig Nielsen, løgmaður, sigur, at landsstýrið broytti heimauppihaldið , tí smittugongdin var góð, og fleiri verða koppsett.
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  
 
20.06.2021 - 15:23

Heimauppihaldið er ongantíð slept, men tað var lagað til fyri einum mánaði síðani, soleiðis at tey, sum ikki er koppsett, hava fingið fríari ræsur.

Sum støðan er í løtuni, er ikki ætlanin at broyta heimaupphaldið aftur. Landsstýrið fylgir gongdini, og vísir tað seg verða neyðugt at endurskoða galdandi skipanir, verður tað gjørt.

Tað sigur Bárður á Steig Nielsen, løgmaður, í svari til Sirið Stenberg, løgtingskvinnu, sum hevur spurt um málið.

Hvørja ferð stig eru tikin at broyta tilmælini, hava heilsufakligu myndugleikarnir eisini sagt sína hugsan.

Bárður á Steig Nielsen, løgmaður

Løgmaður sigur, at einastu avmarkingarnar fyrstu fýra dagarnar eru at halda seg frá størri mannfjøld, har smittan kann nørast skjótt, t.d. føðingardøgum, veitslum, náttarlívi, kirkju og samkomum og størri ítrótta- og tónleikatiltøkum.

Góð smittugongd

Landsstýrið tók hetta stigið, tí smittugongdin var góð, og fleiri verða koppsett.

Samstundis varð skipað fyri, at tað ber til at lata seg kanna allar dagarnar í vikuni.

Løgmaður sigur, at síðani mars í fjør hevur koronupolitikkurin hvílt á javnvág millum heilsufaklig atlit og samfelagsatlit.

Hvørja ferð stig eru tikin til at broyta tilmælini, hava heilsufakligu myndugleikarnir eisini sagt sína hugsan. 

Heilsufakligi myndugleikin varð eisini spurdur til ráðs, tá heimauppihaldið varð tillagað, sigur Bárður á Steig Nielsen í svarinum til Sirið Stenberg.

Sirið Stenberg, løgtingskvinna, hevur fingið svar frá løgmanni um heimauppihald.
 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 12. oktober
Norðurljóð 12.oktober 2026
214429
Mánadag 12. oktober
RagnarRokk. Maria Lessing um Resurgence
214015
Sunnudag 11. oktober
Bolero
214602
Sunnudag 11. oktober
Guðstænasta í Sandavágs kirkju
214601
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 12. oktober
Veðrið
214655
Sunnudag 11. oktober
Møti úr Oasuni í Hoyvík
214615
Sunnudag 11. oktober
Andakt
214609
Leygardag 10. oktober
Sement 2026
214595
Fríggjadag 9. oktober
Veðrið
214576

Annað frá KVF