Vága kommuna ætlar at yvirtaka Oyrargjógv

Vága kommuna ætlar at yvirtaka Oyrargjógv
Landsverk er sinnað at lata kommununi vegin og lendingina fyri einki
Bjarni Prior er borgarstjóri í Vága kommunu
 
22.06.2021 - 09:54

Vága kommuna ætlar at yvirtaka vegin til Oyrargjáar og lendingina har.

Yvirtøkan verður viðgjørd á býráðsfundinum í kvøld.

Borgarstjórin, Bjarni Prior, sigur, at kommunan hevur tosað við Landsverk, og Landsverk er sinnað at lata kommununi vegin og lendingina fyri einki.

Landið hevur ikki brúk fyri teimum longur.

Vegurin er hálvan triðja kilometur.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 7. oktober
Gylta gullið (5:5)
25040
Fríggjadag 2. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
214162
Hósdag 1. oktober
Veðrið
214115
Hósdag 1. oktober
Virðislønir M. A. Jacobsens 2026
214129
Mikudag 30. september
Gylta gullið (4:5)
25026