Allar markaforðingar í ríkinum skulu beinast burtur

Allar markaforðingar í ríkinum skulu beinast burtur
Danska stjórnin leggur dent á at beina fyri øllum marknaforðingum í ríkinum og forða fyri, at fleri koma. Tað sigur danski ráðharrin í norðurlendskum samstarvi
 
29.06.2021 - 08:04

Fólkatingið samtykti í 2014 at beina fyri marknaforðingum í ríkisfelagsskapinum. Í fyrsta yvirlitinum, sum varð gjørt í 2016, vóru 21 slíkar forðingar.

Í einum yvirliti, sum er gjørt í ár, eru 12 marknaforðingar.

Og danska stjórnin leggur dent á at beina fyri øllum marknaforðingum í ríkinum og forða fyri, at fleri koma.

Tað sigur Flemming Møller Mortensen, danskur ráðharri í norðurlendskum samstarvi, í svari til Edmund Joensen, fólkatingsmann.

Øll ráð vilja tað sama

Ráðharrin sigur, at øll ráðharraráðini í Danmark hugsa um hetta, tá tey gera lógaruppskot, har millum annað ES-lóggáva er uppií.

Ein marknaforðing í ríkisfelagsskapinum kemur, tá ymiskar reglur ella ymiskur rættarstandur í Danmark, Grønlandi og Føroyum, geva teimum, sum flyta millum londini, trupulleikar.

Flemming Møller Mortensen sigur, at samskifti er millum myndugleikar í øllum trimum londum í ríkinum um marknaforðingar.

Ráðharrin sigur, at hann vil fegin frætta um marknaforðingar, sum ikki eru í yvirlitinum longu nú. 

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 28. mai
Eitt korter við jazzi
208926
Hósdag 28. mai
Morgunlestur hósdagur 28.mai 2026
208232
Mikudag 27. mai
Skratsj 27. maj 2026
208865
Mikudag 27. mai
Eitt korter við klassiskum
208859
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 27. mai
Lokkin 1:2
109457
Mikudag 27. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
208852
Týsdag 26. mai
Veðrið
208816