Drotningin skal ikki mangla nakað í Fuglafirð

Drotningin skal ikki mangla nakað í Fuglafirð
Tað kostar Fuglafjarðar kommunu slaka hálva millión, at Margretha drotning vitjar býin og etur døgurða har 16.juli
 
02.07.2021 - 12:19

Hennara hátign Margretha drotning kemur til Føroya á almenna vitjan frá 14.juli til 19. juli. 

Eitt av støðunum, sum Margretha drotnin vitjar, er í Fuglafirði. 

Og eftir øllum at døma, so skal Margretha drotningin ikki mangla nakað í Fuglafirði.

Tað kostar Fuglafjarðar kommunu slaka hálva millión, tí Margretha drotning vitjar býin og etur døgurða har 16.juli.

Býráðið í Fuglafirði samtykti einmælt í gjárkvøldið at lata 400.000 kr. í eykajáttan. Pengarnir verða tiknir av tí, sum kommunan hevur á bók.

Hitt, millum annað asfaltering, verður goldið yvir raksturin.

Á ferðini vitjar Margretha drotning eisini í Havn, Klaksvík, Svínoy, Vestmanna, Kvívík, Vatnsoyrum, Miðvági, Toftum og á Strondum.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 11. oktober
Bolero
214602
Sunnudag 11. oktober
Guðstænasta í Sandavágs kirkju
214601
Sunnudag 11. oktober
Filosofiskur 4.partur
214536
Leygardag 10. oktober
Jambalaja - 101026
214589
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 10. oktober
Sement 2026
214595
Fríggjadag 9. oktober
Veðrið
214576
Fríggjadag 9. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
214531
Hósdag 8. oktober
Veðrið
214507
Mikudag 7. oktober
Gylta gullið (5:5)
25040