Rumenskir skamtar framskunda koppsetingarætlan við trimum vikum

Rumenskir skamtar framskunda koppsetingarætlan við trimum vikum
Koppingarætlanin í Føroyum verður flutt tvær til tríggjar vikur fram, sigur landslæknin, nú Føroyar hava fingið 10.500 skamtar úr Rumenia
Landslæknin væntar, at allir føroyingar eru koppsettir síðst í august
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  
 
02.07.2021 - 17:39

Koppingarætlanin í Føroyum verður flutt tvær til tríggjar vikur fram.

Lars Foodgaard Møller, landslækni, sigur, at væntandi eru allir føroyingar, ið vilja koppsetast, liðugt kopsettir síðst í august.

Orsøkin er, at 10.500 skamtir koma til Føroya í næstu viku. 

Danmark hevur keypt 1,17 mió skamtar av koronakoppingarevni úr Rumenia, og av hesum koma 10.500 hendanvegin. 

Sambært donsku koppingarætlanini stendur nú eisini 12-15 ára gomlum í boði at verða koppsett. 

Lars Fodgaard Møller sigur, at koppsetingarbólkurin ikki hevur tikið støðu til enn, um føroyskir ungdómar fáa sama møguleikan. Koppsetingarbólkurin fer at umrøða møguleikan á fundi um eina góða viku. 


 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 11. august
Ung lesa 6.partur - Tóra
210833
Mánadag 10. august
Poppverturin 11
208465
Mánadag 10. august
Søgan um Johnny Cash 6. partur
211717
Mánadag 10. august
Fótbóltsprát
211715
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 11. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
211761
Týsdag 11. august
Veðrið
211744
Fríggjadag 7. august
Veðrið
211659