G! krevur negativa koronukanning fyri at sleppa inn

G! krevur negativa koronukanning fyri at sleppa inn
Fólk, ið ætla sær á G! festival, skulu vísa eina negativa koronukanning við inngongdina, fyri at sleppa inn. Hinvegin er kanningin ókeypis, um tú hevur G!-armband
Mynd: Ólavur Frederiksen / G! Festival  
 
06.07.2021 - 12:29

Um eina góða viku verður G! festivalurin hildin í Syðrugøtu.

Festivalurin gongur ímóti tilmælunum hjá myndugleikunum, tí ætlanin er at selja 4000 atgongumerkir, hóast tilmælið sigur at í mestalagi 500 fólk kunnu savnast. 

Men G! festivalurin hevur nú kunngjørt, at festivalurin krevur, at øll fólk yvir 12 ár skulu vísa eina negativa koronakanning, fyri at sleppa inn.  

Samstarv við Thetis

Tað er eitt samstarv millum G! og Thetis, ið ger tað møguligt at kanna allar festivalgestir ókeypis á ársins festivali.   

"Hetta er eitt av mongu átøkunum, vit hava lagt orku í fyri at minka um vágan fyri smittuspjaðing á festivalinum," sigur Sigvør Laksá, G!-stjórin.

G! festivalurin ger ikki mun á koppsettum og ikki koppsettum.

Sigvør Laksá

Frítekst tagging: 

G! heitti á Thetis um at samstarva, og Thetis hevur síðani bjóðað seg at kanna allar festivalgestir ókeypis. 

"Vit hava verið í góðum dialogi við koronuráðgevingina í samband við fyrireikingarnar, og gleðast eisini um at Thetis vil hjálpa okkum við hesum. Vit koma at pota og greina 4000 upp á stutta tíð fyri at gera ein tryggari festival," sigur Sigvør Laksá og leggur afturat, at talan er um vanligar PCR kanningar.

Tey, ið ætlar sær á G! festival, kunnu lata seg kanna týsdagin og mikudagin millum klokkan 10 og 19 í SMS, samstundis sum tey fáa armband á, og í Losjuni við Gøtugjógv.  Eisini ber til at kanna seg á flogvøllinum millum klokkan 10 og 11. 

Snilt armband
G! festivalurin tekur nýggja atgongumerkjaskipan í nýtslu í ár, har armbondini eru elektronisk. Hetta ger, at um ein festivalgestur fær staðfest koronu við kanningina áðrenn festivalin, verður armbandið gjørt óvirkið og atgongumerkið verður endurgoldið.

Um kanningin er negativ, fær ein fráboðan umvegis SMS út á kvøldið/náttina og kann frítt koma á festival. Tað er umráðandi at fara inn á heimasíðua coronatest.fo og skráseta teg til kanningina, áðrenn tú møtir upp.

Í samband við serligu atlitini letur tjaldingarøkið ikki upp mikudag sum vant, men hósdagin 15. juli kl. 12.00. Við hesum verður tryggjað, at allir gestir á tjaldingarøkinum hava fingið negativa koronukanning áðrenn festivalin.

Vís negativa test fyri at keypa atgongumerki við dyrnar

Um ein ikki er kannaður við áseting av armbandi týsdag og mikudag, ber eisini til at fáa armband við festival-inngongdina. Tá skalt tú vísa eina negativa koronu-kanning, sum er í mesta lagi 72 tímar gomul. 

Hesar kunnu takast á kanningarstøðum kring landið, ið síggjast á www.corona.fo – men Thetis bjóðar eisini ókeypis kanningar til festivalgestir hósdag og fríggjadag frá kl. 10.00-12.00 hjá Thetis í Tórshavn, í Losjuni við Gøtugjógv og á flogvøllinum. Minst til at kanna teg dagin fyri tú ætlar tær á festival, tí svar kemur helst ikki fyrr enn út á kvøldið/náttina.  

Fyri festivalgestir, sum koma úr útlandinum, eru almennu tilmælini galdandi. Tey skulu lata seg kanna fjórða dagin eftir komu. Tað vil siga, at fyri at sleppa á festival skulu hesi koma til landið minst 4 dagar áðrenn festivalin, og vísa á eina negativa roynd á 4. degi eftir komu. Hetta er eisini galdandi fyri gestir úr útlandinum, sum eru koppsettir.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 29. november
Vikuskiftið 29 nov 2024
184410
Fríggjadag 29. november
Breddin: Fráflyting og altingsval
184380
Fríggjadag 29. november
Góðan morgun Føroyar
184364
Fríggjadag 29. november
EM-trok #1: Vit kenna væl Sveis
184332
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 29. november
3-2
184417
Fríggjadag 29. november
Veðrið
184408
Fríggjadag 29. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
184321
Hósdag 28. november
Kanst tú siga farvæl? (1:2)
184255
Mikudag 27. november
Kanst tú siga farvæl? (2:2)
184254