Danmark brennur inni við óbrúkiligum skamtum

Danmark brennur inni við óbrúkiligum skamtum
Danmark hevur í løtuni meir enn eina millión skamtar av koppingarevni frá AstraZeneca og Johnson&Johnson á goymslu.
Mynd: Savnsmynd  
 
08.07.2021 - 10:01

Danmark fær framvegis koppingarevni frá AstraZeneca og Johnson&Johnson, hóast donsku heilsumyndugleikarnir hava gjørt av, at AstraZeneda og Johnson&Johnson ikki skulu vera partur av donsku koppingarætlanini.

Hetta skrivar DR, sum hevur fingið innlit í tøl frá danska heilsumálaráðnum.

Danmark er í ferð við at senda ein part av hesum skamtunum til nøkur av heimsins fátækastu londum, men danskir politikarar eru nú farnir at undrast á, hví Danmark framvegis tekur ímóti koppingarevnum, sum ikki skulu brúkast.

Frágreiðingin er fyrst og fremst, at Danmark hevur gjørt avtalu við hesar framleiðararnar um eina ávísa nøgd av skamtum, og tað er ikki bara sum at siga tað at senda hesar skamtarnar víðari út í verðina, har onnur kunnu fáa gagn av teimum.

Covax, sum er stóra koppsetingarsamstarvið millum WHO og fleiri aðrar felagsskapir, snýr seg millum annað um at býta koppingarevni út til heimsins fátækastu lond, men í útgangsstøðinum tekur Covax bara ímóti koppingarevnum beinleiðis frá framleiðarum og ikki koppingarevnum, sum eru í avlopi, til dømis frá Danmark.

Julia Raavad frá felagsskapinum Læknar uttan Landamørk sigur við DR, at tað er grund til at stúra um støðuna. Hon sigur, at Læknar uttan Landamørk arbeiða í londum, har heilsuskipanirnar eru um at hokna undir aðru og triðju bylgju av koronu, samstundis sum meir enn ein millión skamtar liggja óbrúktir á goymslu í Danmark. Hon heldur, at donsku myndugleikarnir eiga at biðja AstraZeneca og Johnson&Johnson senda írestandi skamtarnar beinleiðis til Covax og ikki til Statens Seruminstitut.

Danmark hevur higartil latið millum annað eina millión skamtar av AstraZeneca til Vesturbalkan og 250.000 skamtar til Bhutan.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 26. mars
Eitt korter við jazzi
206252
Hósdag 26. mars
Morgunlesturin hósdagur 26.mars 2026
205923
Mikudag 25. mars
Valkøn 25. mars 2026
206228
Mikudag 25. mars
Fyrsta val 25. marts 2026
206200
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 26. mars
Veðrið
206297
Mikudag 25. mars
Løgtingsval 2026: Forfólkaumfar
206224
Mikudag 25. mars
Fólkatingsval 2026 - teknmálstulkað
206194
Týsdag 24. mars
Úr savninum: Í Dølum 2:3
135345