KÍ sigur - NSÍ javnleikur

KÍ sigur - NSÍ javnleikur
Eitt gott føroyskt kvøld í evropiskum fótbólti, tí KÍ vann móti Riga FS í Lettlandi, meðan NSÍ spældi javnleik móti finska Honka í Finlandi
 
08.07.2021 - 18:00

KÍ og NSÍ spældu í dag sínar fyrstu dystir í ár í UEFA Conference League kappingini, og sigast kann ikki annað enn, at tað gekk væl. 

KÍ vann ein uppibornan 3-2 sigur á Riga FS í Lettland, hóast KÍ-leikararnir vóru undir stórum trýsti síðstu løtuna. 

KÍ legði seg á odda í 21. minutti við einum máli, sum Bubacarr (Bob) Sumareh skeyt. Páll Klettskarð gjørdi tað til 2-0 í 33. minutti við einum hegnisligum skoti úr 16 metrum. 

Riga FS kom afturíaftur í seinna hálvleiki, tá Ziga Lipuscek minkaði um munin í 50. minutti. 

Heini Vatnsdal skoraði til 3-1 í 70. minutti, áðrenn Arturs Zjuzins aftur minkaði um munin til endaliga úrslitið 3-2 til KÍ. 

 

NSÍ fekk javnleik

NSÍ var í Finnlandi og spældi móti Honka. Og tá 90 minuttir vóru spælir, stóð framvegis 0-0 á máltalvuni. 

Úr NSÍ-leguni frættist, at finsku áskoðararnir vóru alt annað enn nøgdir við sítt lið, tá dómarin bríkslaði dystin av, meðan tað var fagnaður í NSÍ-leguni. 

Sum skilst, var finska liðið var oman á í dystinum, men NSÍ-leikararnir stríddust manniliga, og so hevði Karstin Hansen ein góðan dag í NSÍ-málinum. 

Seinni dysturin verður spældur hósdagin í næstu viku, tá NSÍ spælir móti Honka á Svangaskarði, og KÍ skal fyri fyrstu ferð nakrantíð spæla evropiskan dyst á heimavølli við Djúpumýru. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 28. oktober
Mono - 4. sending. 281026
215537
Mikudag 28. oktober
Aftaná - Partur 3: Kroppurin
215433
Mikudag 28. oktober
Eitt korter við klassiskum
215520
Týsdag 27. oktober
Norðurlandaráðsfundur og val í Ísrael
215449
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 27. oktober
Veðrið
215479
Mánadag 26. oktober
Veðrið
215405
Sunnudag 25. oktober
Bygdarlív 2 - Porkeri
215341
Sunnudag 25. oktober
Andakt við Hjalgrim Fonsdal Højgaard
215339