Svínoyggin fær mest stuðul

Svínoyggin fær mest stuðul
Útoyggjafelagið fær størstan partin av stuðlinum til útoyggjamenning í ár, meðan Svínoyggin er tann oyggin, ið fær flestu stuðulskrónurnar til menning
Málningur av ætlanunum við neystagrundunum yviri við Eiðið í Svínoy. Ætlanin hevur fingið 45.000 kr. í menningarstuðli
Mynd: Poul Sivar Olsen / Svínoyingar á Facebook  
 
23.07.2021 - 09:19

Útoyggjafelagið fær størstan partin av stuðlinum til útoyggjamenning í ár. 

Av játtanini, sum er 1,1 milliónir krónur, fær Útoyggjafelagið 260.000 krónur. tað er ein góður fjóðringur av samlaða stuðlinum. Upphæddin verður latin sum rakstrarstuðul til felagið. 

Svínoyggin er tann oyggin, ið hevur fingið størstan lut í stuðlinum. Sjey verkætlanir í oynni hava fingið tilsamans 215.000 krónur í stuðli. 

Millum annað eru 45.000 krónur latnar til at umvæla svimjihylin í oynni.

Svínoy, neystargrundir

Frítekst tagging: 

 

185.000 kr. til Fugloynna

Á grannaoynni Fugloy hava umsøkjarar fingið 185.000 krónur í stuðli til sjey verkætlanir.

Størsta stuðulsupphæddin er til eitt vakstrarhús til grønmeti og urtir í Hattarvík. Vinnumálaráðið hevur játtað 50.000 krónur til verkætlanina. 

Harumframt eru 160.000 krónur játtaðar til seks verkætlanir á Kalsoynni. 

Størsta einstaka játtanin á Kalsoynni fer til Fjósið á Blankskálagarði í Syðradali. Tey fáa 50.000 krónur.

Harumframt er smærri upphæddir játtaðar til verkætlanir í Skúvoy, Hesti og Stóra Dímun. 

Í alt 32 umsóknir fingu játtað stuðul til útoyggjamenning í ár. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 10. november
Áin (brot)
216037
Mánadag 9. november
Norðurljóð 9.november 2026
215023
Mánadag 9. november
Meðan dunnurnar eta breyð
216036
Mánadag 9. november
RagnarRokk: Morten Toft Hansen um Prisoner
215801
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 9. november
Veðrið
216154
Sunnudag 8. november
Bygdarlív 3 - Skálavík
216096
Sunnudag 8. november
Hondbóltur: Montenegro - F'øroyar
216095
Sunnudag 8. november
Møti hjá Heimamissiónini við Tjarnir
216089
Sunnudag 8. november
Andaktin við Anju Bjerkenes
216083