Seinasta blaðið prentað á Prentmiðstøðini fríggjadagin

Seinasta blaðið prentað á Prentmiðstøðini fríggjadagin
Norðlýsið verður tó framvegis prentað í Føroyum. Hini bæði verða prentað í Danmark
Norðlýsið verður framvegis prentað í Føroyum.
 
28.07.2021 - 10:39

Norðlýsið verður framvegis prentað í Føroyum, hóast Prentmiðstøðin gevst fríggjadagin.

Blaðið verður prentað hjá Føroyaprenti, á glanspappíri, sum hevur verið brúkt seinastu ferðirnar, blaðið er komið.

Norðlýsið varð prentað í Danmark fyri nøkrum árum síðani, tað var hjá Dansk Avistryk.

Biðið varð eisini um tilboð haðani hesaferð.

Men tað kostar ikki meira at fáa blaðið prentað hjá Føroya prenti, og glanspappírið er nógv betri enn vanligt avíspappír, sigur Jóhann Lutzen, blaðstjóri.

Serbløðini, sum eru størri enn 16 síður, verða tó væntandi prentað í Danmark.

Í Danmark

Dimmalætting verður prentað í Danmark, stendur í oddagrein blaðsins í síðstu viku.

Sosialurin verður eisini prentaður í Danmark.

Fyrsta blaðið, sum verður prentað í Danmark, kemur fríggjadagin í næsta viku.

Seinasta blaðið, sum verður prentað hjá Prentmiðstøðini, verður prentað seinnapartin fríggjadagin, sigur Eirikur Lindenskov, ábyrgdarblaðstjóri.

Tað er Sosialurin, sum kemur í hvørt hús mánadagin.

Fyrsta blaðið varð prentað í Føroyum 13.mai í 1852. 
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 22. oktober
RagnarRokk 22.oktober 2026
214664
Hósdag 22. oktober
Nýtt ljóð
215223
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 22. oktober
Veðrið
215237
Hósdag 22. oktober
Tá týskurin bumbaði Klaksvík
215155
Mikudag 21. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
215120
Týsdag 20. oktober
Veðrið
215101
Týsdag 20. oktober
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
215053