12 til 15 ára gomul fáa nú tilboð um koppseting

12 til 15 ára gomul fáa nú tilboð um koppseting
Kaj Leo Holm Johannesen, landsstýrismaður við heilsumálum, hevur gjørt av at víðka Covid-19 koppsetingarkunngerðina, so hon eisini fer at fevna um aldursbólkinum 12 til 15 ár
 
03.08.2021 - 18:10

Føroyingar í aldursbólkinum frá 12 til 15 ár fáa nú eisini tilboð um at lata seg koppseta fyri koronu.

Kaj Leo Holm Johannesen, landsstýrismaður við heilsumálum, hevur gjørt av at víðka Covid-19 koppsetingarkunngerðina, so hon eisini fer at fevna um aldursbólkinum 12 til 15 ár. Broytta kunngerðin verður lýst longu í dag og kemur í gildi í morgin.

Longu frá á midnátt kunnu foreldur bíleggja tíð at koppseta børn í aldrinum 12 til 15 ár fyri koronu.

Kaj Leo Holm Johannesen sigur, at tað er alneyðugt at taka hetta stigið, um fólkið í Føroyum skal røkka flokkimmuniteti fyri koronu. Flokkimmuniteturin skal tryggja, at koronusjúkan ikki longur sleppur at breiða seg.

Koppsetingarbólkurin hevur eisini mælt landsstýrismanninum til at taka hetta stigið, verður sagt úr Heilsumálaráðnum.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 28. oktober
Mono - 4. sending. 281026
215537
Mikudag 28. oktober
Aftaná - Partur 3: Kroppurin
215433
Mikudag 28. oktober
Eitt korter við klassiskum
215520
Týsdag 27. oktober
Norðurlandaráðsfundur og val í Ísrael
215449
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 28. oktober
Einabúgvin í Kvívíksskor
215485
Mikudag 28. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
215541
Mikudag 28. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
215542
Týsdag 27. oktober
Veðrið
215479