Tveir smittutilburðir í gjár

Tveir smittutilburðir í gjár
Tveir smittutilburðir vóru í gjár. Bæði fólkini eru smittað í Føroyum, og í øðrum førinum er smittukeldan ókend, sigur landslæknin
 
03.08.2021 - 16:17

2191 kanningar vórðu gjørdar, og í løtuni eru 28 fólk smittað. 60 eru í sóttarhaldi, men eingin er innlagdur. 

826 fólk vórðu koppsett fyri koronu í gjár. 211 fingu fyrra prikið. 615 fingu seinna prikið, og eru liðugt koppsett.

Støkk-inn-kanningar vóru á øllum trimum sjúkrahúsum í gjár. 275 nýttu hetta høvi at lata seg koppseta.

Tilsamans eru gjørdar 64.485 koppsetingar í Føroyum. 

65,3 prosent av fólkatalinum hava fingið fyrra prikið, og 55,5 prosent eru liðugt koppsett. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 14. november
Jambalaja - 141126
216417
Leygardag 14. november
Upp á tá - 131126
216412
Fríggjadag 13. november
Vikuskiftið 13 nov 2026
216396
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 15. november
Eitt dýpi av dýrari tíð 2:2
216214
Leygardag 14. november
Eitt dýpi av dýrari tíð (1:2)
216213
Fríggjadag 13. november
Veðrið
216392
Fríggjadag 13. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
216364
Hósdag 12. november
Veðrið
216328