Bara fýra fleiri búpláss í fimm ár

Bara fýra fleiri búpláss í fimm ár
Frá 2015 til 2020 vaks talið á teimum, sum eru 67 ár og eldri, 1097 fólk. Og talið á teimum, sum eru 80 ár og eldri, er vaksið 105 fólk
Kommunurnar umsita eldraøkið, sum er býtt sundur í átta samstarvsøki. Røktarheimið á Mørkini hoyrir til VEKS-samstarvið.
 
14.08.2021 - 10:09

Bara fýra fleiri búpláss vóru á ellis- og røktarheimunum kring landið í fjør enn í 2015.

Talið á búfólkum er heldur ikki broytt hesi árini. Tey vóru 621 í 2015 og 620 í fjør, vísa tøl frá Hagstovuni.

Sama tíðarskeið vaks talið á teimum, sum eru 67 ár og eldri, 1.097 fólk. Og talið á teimum, sum eru 80 ár og eldri, er vaksið 105 fólk.

Átta samstarvsøki

Kommunurnar umsita eldraøkið, og tilsamans eru átta kommunal samstarvsøki kring landið.

At fólkatalið veksur, samstundis sum talið á búplássum broytist lítið og einki, sæst eisini aftur í yvirlitinum hjá Hagstovuni.

Í 2015 vóru 8,9 búpláss fyri hvørji 100 fólk, sum eru 67 ár og eldri. Í fjør var hetta talið minkað niður í 7,8.

Tey flestu eru 85 ár og eldri

Tey flestu, sum búgva á ellis- og røktarheimi og sambýli, eru 85 ár og eldri. 

Kynsbýtið er nøkulunda javnt upp í 80 ára aldur. 

Men í aldursbólkinum 85 ár og eldri eru nógv fleiri konufólk enn mannfólk, 275 konufólk og 105 mannfólk, vísa tølini hjá Hagstovuni. 

>>>Les meira um hagtølini her<<<

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 4. november
Dansival 04 nov 2026
215927
Mikudag 4. november
Skratsj 4. novembur 2026
215925
Mikudag 4. november
Mono - 90'ini undir lupp (1:4)
215920
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 5. november
Talvið um Tinganes (1:2)
215911
Mikudag 4. november
Hondbóltur: Undansending
215928
Mikudag 4. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
215890
Mikudag 4. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
215891
Týsdag 3. november
Veðrið
215860