USA góðkennir triðja prikið

USA góðkennir triðja prikið
WHO mælir til at bíða við triðju koppsetingini, men amerikanarar halda, at tað ber til at gera bæði
USA heldur, at fólk, sum ikki hava so nógv mótstøðuføri, eiga at verða koppsett einaferð aftrat.
 
14.08.2021 - 10:21

Amerikanski heilivágsstovnurin, FDA, hevur góðkent, at fólk, sum ikki hava so nógv mótstøðuføri, kunnu verða koppsett fyri koronu einaferð aftrat.

Frammanundan hava fleiri onnur lond góðkent triðja prikið. 

Í Týsklandi fyrireika tey seg til at koppseta einaferð aftrat, og í Ísrael fáa borgarar, sum eru eldri ennn 60 ár, tilboð um triðja prikið, til tess at steðga smittuni við Delta-frábrigdinum.

Granskarar eru ójavnir á máli, hvussu stóran mun triðja koppsetingin ger.

WHO mælir til at bíða

Og heimsheilustovnurin, WHO, hevur heitt á lond um at bíða við triðja prikinum, til í minsta lagi 10 prosent av fólkinum í landinum eru liðugt koppsett.

Stjórin í WHO, Tedros Adhanom Ghebreyesus, hevur sagt, at tað kann ikki góðtakast, at lond, sum longu hava brúkt meginpartin av sínum koppingarevni, brúka uppaftur meira, samstundis sum viðkvæmi parturin av fólkinum í heiminum ikki er vardur.

Ein talskvinna fyri Hvítu húsini sigur, at USA góðkennir ikki treytirnar, sum WHO vísir á. 

- Tað ber til at geva fólki triðja prikið og samstundis koppseta allan heimin, sigur talskvinnan, Jen Psaki.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 22. oktober
RagnarRokk 22.oktober 2026
214664
Hósdag 22. oktober
Nýtt ljóð
215223
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 22. oktober
Veðrið
215237
Hósdag 22. oktober
Tá týskurin bumbaði Klaksvík
215155
Mikudag 21. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
215120
Týsdag 20. oktober
Veðrið
215101
Týsdag 20. oktober
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
215053