SEV skal vera netfelag - onnur skulu framleiða orku

SEV skal vera netfelag - onnur skulu framleiða orku
Helgi Abrahamsen, landsstýrismaður, hevur svarað Sirið Stenberg, løgtingskvinnu, um SEV
Stendur tað Helga Abrahamsen, landsstýrismann, skal SEV burturav vera netfelag, og onnur skulu hugsavna seg um at framleiða orku úr varandi orkukeldum.
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  
 
18.08.2021 - 11:03

Skal orkuskiftið fremjast til 2030, er neyðugt, at bæði almenna og privata fíggjarfæið verður gagnnýtt á samfelagsliga skynsaman hátt.

Tá er best, um SEV hugsavnar seg um at byggja út elnetið, koplingsstøðir v.m. og byggir ætlaða pumpuverkið, soleiðis at varandi orkan kemur betur til høldar.

Privatir partar, og eitt møguligt kommunalt vindfelag, kunnu hinvegin hugsavna seg um at framleiða elorku úr vindi og øðrum varandi orkukeldum. 

Tað sigur Helgi Abrahamsen, landsstýrismaður í orkumálum, í svari til Sirið Stenberg, løgtingskvinnu.

SEV skal vera netfelag

Helgi Abrahamsen sigur, at uppskotið um semju, sum Umhvørvis- og vinnumálaráðið hevur sent SEV og Kommunufelagnum, snýr seg um, at SEV verður "systemoperatørur" og "netfelag."

SEV skal eiga og reka allar systemeindir, m.a. oljuverkini, vatnorkuverkini og pumpuskipanina, sum ætlanin er at byggja í Vestmanna.

SEV skal ikki reka kappingarútsett virksemi, t.d. vindorku, sólorku og aðra framleiðslu av varandi orku inn á netið.

Nýtt kommunalt felag

Tað merkir kortini ikki, at kommunurnar framvegis kunnu vera við í framleiðslu úr vindi og øðrum varandi orkukeldum, og einki er til hindurs fyri, at kommunurnar stovna eitt felag, sum framleiðir elorku, sigur Helgi Abrahamsen.

Best er, um hetta felagið verður leyst av SEV, so bland ikki kemur millum leiklutirnar sum systemoperatørur og framleiðari. Málið er javnsett kapping og handil millum óheftar partar, sigur landsstýrismaðurin. 

Ikki einskiljast

Helgi Abrahamsen vísir aftur, at talan er um at einskilja SEV, men hinvegin skal leikluturin sum netfelag gerast greiðari.

Tað er ikki skynsamt, at SEV eisini hevur leiklut sum framleiðslufelag í kapping við onnur framleiðslufeløg, sigur hann í svarinum til Sirið Stenberg. 

 

 

 

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 17. mai
Føroyskir sangir
208480
Sunnudag 17. mai
Bolero
208479
Sunnudag 17. mai
Guðstænasta í Argja kirkju
208477
Sunnudag 17. mai
Credo: Open doors
208404
Leygardag 16. mai
Jambalaja - 160526
208445
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 17. mai
Andakt
208482
Sunnudag 17. mai
Guðstænasta við Harmonikuvinum
208481
Leygardag 16. mai
Hondbóltur: Føroyar - Bosnia
208449
Fríggjadag 15. mai
Veðrið
208424
Fríggjadag 15. mai
Snipp snapp 2026 - teknmálstulkað
208400