Innflutningurin vaks 300 mió. kr. fyrra hálvár

Innflutningurin vaks 300 mió. kr. fyrra hálvár
Innflutningurin til byggivirksemi er minkaður, men í flestu hinum vørubólkunum er vøkstur
Fyrra hálvár varð innflutt fyri 4,2 mia. kr. Vøksturin er 7,6 prosent.
 
23.08.2021 - 09:05

Føroyar innfluttu meira í fyrra hálvári í ár enn í fjør.

Innflutt varð fyri 4,2 milliardir krónur í fyrra hálvári, sum eru 300 milliónir krónur meira enn í fyrra hálvári í fjør. Vøksturin er 7,6 prosent.

Innflutningurin til byggivirksemi er minkaður, men í flestu hinum vørubólkunum er vøkstur, upplýsir Hagstovan.

Útgerð til vinnuna

Størsti vøksturin er í bólkinum maskinur og onnur útgerð til vinnuna. Har er vøksturin 44 prosent. Í bólkinum, sum eitur vørur til húsarhaldsnýtslu, er vøksturin 12 prosent.

Oljuprísurin er farin upp aftur í ár.

Og hóast 11 prosent minni brennievni vórðu innflutt í fyrra hálvári í ár enn í fjør, er innflutt fyri knappliga 17 prosent fleiri krónur, 80 milliónir krónur.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 4. oktober
Møti í Filadelfia í Gøtu
214246
Sunnudag 4. oktober
Guðstænasta í Gøtu kirkju
214240
Leygardag 3. oktober
Plátupanelið #42 (1996)
214225
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 7. oktober
Gylta gullið (5:5)
25040
Sunnudag 4. oktober
Andaktin við Jastrid á Dul Sørensen
214241
Leygardag 3. oktober
Sement 2026 (1:3)
214234
Fríggjadag 2. oktober
Pan-Arctic Vision 2026
214213
Fríggjadag 2. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
214162