Umlætting um summarið hevði kostað fimm milliónir

Umlætting um summarið hevði kostað fimm milliónir
Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttir, landsstýriskvinna, sigur, at neyðugt er at raðfesta, hvussu játtanin best verður gagnnýtt
Orsøkin er ikki bara fíggjarlig, sigur landsstýriskvinnan í almannamálum. Tað gongst eisini illa hjá Almannaverkinum at fáa frítíðaravloysrarar.
 
23.08.2021 - 08:47

Tað hevði kostað fimm milliónir krónur at havt umlætting hvønn dag, eisini um hásummarið.

Tað sigur Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttir, landsstýriskvinna, í svari til Brand Sandoy, løgtingsmann, sum spurdi, hví umlættingar- og dagtilboð til børn og ung við autismu, fjølbreki og øðrum eru stongd tríggjar vikur hvørt summar.

Yvirskipað kann sigast, at fíggjarliga rásarúmið ikki er óavmarkað, svarar landsstýriskvinnan.

Tí er neyðugt at raðfesta, hvussu játtanin best verður gagnnýtt. 

Gongst illa at fáa frítíðaravloysarar

At hava stongt nakrar vikur um summarið gevur størri fíggjarliga orku til tænasturnar restina av árinum. 

Men orsøkin er ikki bara fíggjarlig.

Tað gongst eisini illa hjá Almannaverkinum at fáa frítíðaravloysarar.

Almannamálaráðið og Mentamálaráðið fara at útbúgva fleiri fólk, so nóg nógv vera til taks hjá Almannaverkinum og í heimatænastu og eldrarøkt, upplýsir Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttir, landsstýriskvinna.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 4. august
Ung lesa 5.partur - Hungursleikirnir
210832
Týsdag 4. august
Morgunlestur týsdagur
211543
Mánadag 3. august
Poppverturin 10
208464
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 31. juli
Veðrið
211454
Mikudag 29. juli
Tórshavnar Big Band: Minnist tú enn
75425
Mikudag 29. juli
Reyðar baklyktir á vegnum
16327
Mikudag 29. juli
Upp á gólv - Ólavsøkudagur
211375