Flúgvileiðarar í Íslandi í verkfall

Flúgvileiðarar í Íslandi í verkfall
Verkfallið rakar ikki flúgvingina hjá Atlantsflogi
Floghavnin í Keflavík. Verkfallið hjá flúgvileiðarunum verður stutt og fer bara at ávirka eftirlitsfólk, ið arbeiða beinleiðis fyri Isavia.
 
25.08.2021 - 09:44

Samtakið fyri flúgvileiðarar í Íslandi hevur boðað frá verkfalli týsmorgunin frá kl. 5 til 10, um útlit ikki eru fyri eini avtalu fyri ta tíð.

Seinasti samráðingarfundur millum umboð fyri flúgvileiðararnar og Isavia, sum er tænastueind, ið m.a. rekur floghavnirnar og skipar flogferðsluna til og úr Íslandi, byrjaðu á middegi mánadagin, men slitnaðu longu sama kvøld.

Arnar Hjálmsson, formaður fyri samtakið hjá flúgvileiðarum, sigur við blaðið Vísir, at verkfallið verður stutt, og fer bara at ávirka eftirlitsfólk, ið arbeiða beinleiðis fyri Isavia.

Hann er vónbrotin um ikki at hava fingið avtalu um hóskandi løn og betri treytir og harmast um, at neyðugt er at fara í verkfall, men eingin annar møguleiki er, sigur hann.

Stórur meiriluti fyri

Greiður meiriluti av limunum í samtakinum atkvøddi fyri at fara í verkfall, og felagið hevur skyldu at fremja viljan hjá limunum. 

Enn er eingin nýggjur samráðingarfundur ásettur, skrivar íslendska kringvarpið.

Atlantsflog flýgur til Íslands mánadag og fríggjadag og er tí fyribils ikki rakt av verkfallinum. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 10. november
Ung lesa 2 - 1. partur
216206
Týsdag 10. november
Tekstur til tónleik: Salt
216132
Týsdag 10. november
Áin (brot)
216037
Týsdag 10. november
Breddin: Málið um Bakkafrost
216187
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 15. november
Eitt dýpi av dýrari tíð 2:2
216214
Leygardag 14. november
Eitt dýpi av dýrari tíð (1:2)
216213
Týsdag 10. november
Veðrið
216210
Mánadag 9. november
Veðrið
216154
Sunnudag 8. november
Bygdarlív 3 - Skálavík
216096