Jóanes og Kristina hava skrivað hvør sín leik

Jóanes og Kristina hava skrivað hvør sín leik
Tjóðpallurin hevur kunngjørt skránna fyri næsta leikár við fleiri nýskrivaðum føroyskum leikum
Jóanes Nielsen hevur skrivað handritið til leikin "Portrettið".
 
25.08.2021 - 10:37

Lagt verður fyri við leikinum "Portrettið" eftir Jóanes Nielsen.

Hetta er ein fiktiv søga, men kortini við persónum, sum høvdu alstóran týdning fyri vinnulívið, trúarlívið, og serstakliga fyri menningina av føroyskari málningalist miðskeiðis í 20. øld. Men tá ið stóra politiska ódnin herjar, broytist alt, og loynidómar, sum illa tola dagsins ljós, verða avdúkaðir.

Skúlaleikur

Kristina Sundar Hansen leggur í løtuni seinastu hond á nýggja skúlaleikin "Virus - tá ið vísindi fingu ævintýr í æðrarnar"

Endamálið við leikinum er at greiða næmingum frá torskildu verjuskipanini á undirhaldandi og øðrvísi hátt. 

Kristina Sundar Hansen er bæði leikritahøvundur og leikstjóri.

"Virus" er ætlaður næmingum í 1. til 7. flokki og verður sýndur í skúlum kring landið í vetur. 

Við eru tríggir sjónleikarar og ein dansari, og leikstjóri er Kristina Sundar Hansen.

Lítli og stóri Klávus

Vælumtókti og skemtiligi familjuleikurin "Lítli og stóri Klávus",  ið hevur verið spældur sum útileikur, í Sjónleikarhúsinum, á ólavsøku og aðrastaðni, verður fluttur inn á Tjóðpallin í heyst.

Lesiringurin "Frá teksti til pall" heldur fram í heyst, og tað ger Søgukrókurin eisini, har sjónleikarar lesa søgur fyri børnum, skrivar Tjóðpallurin m.a. í tíðindaskrivi.

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 28. september
Tá jødarnir krógvaðu seg á kirkjuloftinum
213909
Mánadag 28. september
Norðurljóð 28.september 2026
213698
Sunnudag 27. september
Bolero
213854
Sunnudag 27. september
Javnlíkar 7.partur (7:7)
109105
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 28. september
Veðrið
213906
Sunnudag 27. september
Andakt
213849
Fríggjadag 25. september
Veðrið
213809
Fríggjadag 25. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
213786
Hósdag 24. september
Veðrið
213751