Juli besti gistimánaðurin yvirhøvur

Juli besti gistimánaðurin yvirhøvur
50 prosent fleiri gistingar vóru í juli enn sama mánað í fjør
Juli mánaður var tann besti mánaðurin til gisting yvirhøvur. Hotel Djurhuus er eitt av gistingarhúsunum í Havn.
 
26.08.2021 - 11:06

Ongantíð fyrr hava so nógv fólk gist í Føroyum sum í juli. Talan var um 31.300 gistingar í juli, og tað er besti mánaður nakrantíð, skrivar Hagstovan.

Samanborið við juli í fjør er talið av gistingum vaksið knappliga 50 prosent. Samanborið við juli í 2019, sum hevði gamla metið, er vøksturin 25 prosent.

10.200 fleiri gistinætur

Í juli vóru góðar 10.200 fleiri gistinætur samanborið við sama mánað í fjør. Gistinætur telja, hvussu nógv og hvussu leingi fólk gista á gistingarhúsum.

Talið av gistináttum hjá dønum vaks í juli sløk 36 prosent samanborið við sama mánað í fjør. Talið av gistináttum hjá fólki úr øðrum londum enn Føroyum og Danmark meira enn tvífaldaðist.

Føroyingar eiga stóran fjórðing

Føroyingar áttu stóran fjórðing av gistináttunum í juli. Seinasta árið hevur talið hjá føroyingum annars ligið um 60-70 prosent.

Umleið 75 prosent av kømrunum vórðu brúkt í juli, samanborið við 63,5 prosent í fjør. 

Í 2019 var nýtslustigið 90 prosent, sum er tað mesta, ið hevur verið. Í fjør vaks talið av kømrum munandi, tí tvey størri gistingarhús lótu upp. Onnur vórðu útbygd, og tí er rúm er fyri fleiri vitjandi. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 10. mai
Guðstænasta í Kvívíkar kirkju
208155
Sunnudag 10. mai
Bolero
208154
Sunnudag 10. mai
Credo: Ora et labora.
208078
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 10. mai
Misery
208162
Sunnudag 10. mai
Andaktin
208158
Fríggjadag 8. mai
Veðrið
208112
Fríggjadag 8. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
208075