Kirkjugarðurin í Vestmanna ov lítil

Kirkjugarðurin í Vestmanna ov lítil
Ein møguleiki er at hækka elsta partin í gamla kirkjugarðinum, so kistur kunnu setast oman yvir verandi kistur
Bygdarráðið í Vestmanna viðger spurningin um at umbyggja kirkjugarðin við kirkjuna og útbyggja nýggja kirkjugarðin.
 
27.08.2021 - 09:35

Skjótt verður kirkjugarðurin í Vestmanna ov lítil.

Bygdarráðið í Vestmanna viðger tí spurningin um at umbyggja kirkjugarðin við kirkjuna og útbyggja nýggja kirkjugarðin.

Ein møguleiki, sum er nevndur fyri at fáa fleiri gravstøð, er at hækka elsta partin í gamla kirkjugarðinum, so kistur kunnu setast oman yvir verandi kistur.

Borgarafundur í november

Borgarafundur verður hálvan november um kirkjugarðsmálið og um minnisvarðan.

Kirkjuráðið í Vestmanna hevur biðið um at fáa minnisvarðan fluttan oman til kirkjuna.

Ætlanin var at hava ein borgarafund um minnisvarðan í fjør, men so kom korona.

Nýggja bygdarráðið, sum tók við á nýggjárinum, heldur tó fast um borgarafundin. Hann verður hálvan november.
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 13. oktober
Hvussu kemur málið undan?
214689
Mánadag 12. oktober
Norðurljóð 12.oktober 2026
214429
Mánadag 12. oktober
RagnarRokk. Maria Lessing um Resurgence
214015
Sunnudag 11. oktober
Bolero
214602
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 12. oktober
Veðrið
214655
Sunnudag 11. oktober
Møti úr Oasuni í Hoyvík
214615
Sunnudag 11. oktober
Andakt
214609
Leygardag 10. oktober
Sement 2026
214595
Fríggjadag 9. oktober
Veðrið
214576