Taliban fer at kunngera nýggju stjórnina

Taliban fer at kunngera nýggju stjórnina
Nýggja stjórnin verður kunngjørd í næstu viku
 
29.08.2021 - 10:43

Í næstu viku fer Taliban at kunngjøra nýggju stjórnina í Afganistan.  Tað sigur talsfólk fyri hernaðarliga islamistbólkin, skrivar Reuters.

Taliban væntar eisini at hava valdið á Hamid Karzai-flogvøllinum innan stutta tíð, tí amerikonsku herdeildirnar fara úr landinum 31. august.

Hernaðarligi islamistiski bólkurin hevur kunngjørt fleiri fyribils ráðharrar, og hvør verður stjóri fyri fregnartænastuni og hvør verður borgarstjóri í Kabul.

Sambært Reuters, sigur Taliban eisini, at búskaparliga óvissan í landinum hæsar av so skjótt sum teir hava fingið valdið.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 13. august
RagnarRokk 13.august 2026
209867
Hósdag 13. august
RagnarRokk: Richie Faulkner um Evolution
209866
Týsdag 11. august
Ung lesa 6.partur - Tóra
210833
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 11. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
211761
Týsdag 11. august
Veðrið
211744
Fríggjadag 7. august
Veðrið
211659