Verkfallið hjá flogleiðarunum verður av ongum

Verkfallið hjá flogleiðarunum verður av ongum
Ætlanin var, at íslendsku flogleiðararnir skuldu fara í verkfall í fimm tímar í morgin
Verkfallið hjá íslendsku flogleiðarunum er avlýst.
 
30.08.2021 - 14:32

Ætlaða verkfallið hjá íslendsku flogleiðarunum, tað sum á enskum eitur air traffic controllers, sum skuldi vera í morgin, verður av ongum.

Tað skrivar íslendska kringvarpið, RÚV.

Isavia, sum umboðaði flogleiðararnar, hevði annars boðað frá verkfalli í morgin í fimm tímar, tí partarnir kundu ikki semjast um, hvussu arbeiðið skuldi skipast við styttri arbeiðsviku. Ósemja var eisinin um lønarhækkingina.

Samráddust í 27 tímar

Men partarnir eru eftir øllum at døma komnir ásamnt um ein nýggjan sáttmála eftir ein fund um vikuskiftið, sum vardi í 27 tímar. Tí er verkfallið í morgin avlýst.

Høvdu flogleiðararnir farið í verkfal, hevði tað ávirkað øll flogfør, sum skuldu sett í Íslandi.

Verkfallið hevði haraftrat fingið avleiðingar fyri loftferðslu í íslendskum loftrúmi, eisini Føroyar, tí íslendsku flogleiðararnir hava eftirlit við flogferðslu kring Føroyar.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 17. oktober
Jambalaja - 171026
214942
Leygardag 17. oktober
Upp á tá - 161026
214940
Fríggjadag 16. oktober
Vikuskiftið 16 okt 2026
214929
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 16. oktober
Veðrið
214926
Hósdag 15. oktober
Leivur vil liva
214858
Hósdag 15. oktober
Veðrið
214846
Mikudag 14. oktober
Svart gull (1:2)
50120
Týsdag 13. oktober
Úr savninum: Havið ímillum (2:2)
110938